Atventskonsert í Fuglafjarðar kirkju

Tankar og tónar

Atventskonsert í Fuglafjarðar kirkju

Sunnudagin 27. novembur  – 1. sunnudag í atvent kl 16:00, verður kórkonsert í Fuglafjarðar kirkju. Tað er tað gamla Gentukórið, sum fer at syngja jólaløg úr ymsum londum við upplestri og myndasýning við uppvørp. 28 sangarar eru við í hesum kvinnukóri.

Frits Johannesen stjórnar, og Eyðun á Lakjuni hevur klaverfylgisspælið. Presturin, Anne Mette Clemensen, verður sangsolistur.