Kórsangur í kirkjuni sunnukvøldið kl 19.30

Nú um dagarnar vitjar Sankt Annæ Gymnasium kamarkór í Føroyum. Sankt Annæ er kendur skúli í Keypmannahavn, ið serliga hevur lagt dent á sang. Skúlin tekur næmingar inn heilt úr 3. flokki, og síðani kunnu næmingarnir ganga á skúlanum heilt upp til studentaskúla.

Kórið, ið vitjar í Føroyum júst nú, er  kamarkórið á studentaskúlanum. Við í kórinum eru uml. 30 sangarar. Á skúlanum eru annars fleiri onnur kór á altjóða støði, m. a. kann nevnast Københavns drengekor.

Á Konsertferðini í Føroyum verða hesar almennu konsertirnar:

Leygardagin 5. mai kl. 16 í Christianskirkjuni í Klaksvík,

sunnukvøldið 6. mai kl 19.30 í Fuglafjarðar kirkju og

týskvøldið 8. mai kl. 19.30 í Vesturkirkjuni í Havn.