Fólkafundur á Skarðinum

Árligi fólkafundurin á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellurnar verður – um viðrar – sunnudagin 12. august, kl. 15.30.

Røðarar verða Magnus Rasmussen, bóndi, úr Lamba, sum hevur ættarrøtur úr Fuglafirði og Jústinus Eidesgaard, rithøvundur, av Hellunum.

Annars hugna vit okkum við felagssangi sum hini árini. Farið verður til gongu frá kunningarstovuni á Bugnum kl. 14. Tiltakið er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Tað eru Kunningarstovan og Fornminnisfelagið í Fuglafirði, ið skipa fyri.