Á kappróðrargallaveitsluni, sum var seinasta mikukvøld í hølum hjá Argja róðrafelag, varð ÍF Kappróður kosið ársins kappróðrarfelag
Feløgini vórðu biðin um at velja ársins felag.
Grundarlagið fyri atkvøðuni var fylgjandi:
Ársins róðrarfelag er ikki um, hvør hevur flest bátar tilmeldaðar, ella hvør eigur mest vinnandi bátar, men um hvat felag ger mest fyri sínar rógvarar, ella hvat felag hevur tikið seg mest fram hetta árið, so vit biða tykkum um at hava hetta í huga, tá ið tit atkvøða.
Feløgini atkvøddu og ÍF Kappróður fekk heiðurin sum Ársins kappróðrarfelag.