Fríðkan

Tá ið eg stillaði upp fyrstu ferð til kommununa fyri 12 árum síðani, var eitt av mínum høvuðsmálum, at vit meira miðvíst fóru inn og fríðkaðu um í býnum. Eg haldi, vit kunnu siga, at sera nógv er hent júst á hesum økinum! Ikki tí, – langt er eftir á mál.

Vit hava t. d sett gartnara, sum ger eitt sera dygdargott arbeiði í kommununi.

Nógv øki eru vorðin ómetaliga vøkur. Økið omanfyri bókasavnið er ein perla, og økið runt um mentanarhúsið er eisini blivið sera snøgt. Eg kundi tikið fleiri onnur dømi, t. d. økið omanfyri skúlan, men lat vera nokk hesuferð.

Hesum máli fari eg framvegis at virka fyri, um eg verði valdur.