Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt, Lesarabrøv, Politikkur, Tíðindi, Útvald

Larmur frá skipum

Lagt út av tann 10/11/2012 – 13:01

1. Larmur frá skipum, sum liggja við bryggju við ljósmotorinum gangandi.

 

Um hálvan august kom eitt stórt reytt frystifarmaskip inn á Fuglafjørð at taka ímóti fiski frá flakatrolarum. Gav mær ikki far um, hvussu farmaskipið kallaðist, tí skipið var friðarligt og órógvaði ikki náttarsvøvnin, men stutt eftir kemur Kaptan Kravchenko inn á fjørðin í somu ørindum. Hann larmaði so illa, at tað var ikki sovandi. Fleiri í grannalagnum gjørdu vart við hetta, bæði hjá havnarfútanum og hjá býráðnum og mánadagin 16. september fingu vit fund við havnarnevndina. Fyri at hava naka ítøkiligt at tosa um fingu vit áðrenn fundin  sakkønan mann at máta larmin við næstu íbúð og máldi hann 59 dB. Nú er tað so heppið, at fáar metrar frá har Kaptan Kravchenko lá, liggur eitt umhvørvisgóðkent virki, sum til ber at samanbera við, nevnuliga Havsbrún. At virkið er umhvørvisgóðkent merkir í stuttum, at tað hevur bundið seg til at fylgja ávísum altjóða reglugerðum, sum áseta markvirðir fyri mest loyvda útláti av heilsuskaðiligum evnum og mest loyvda larmi. Sambart hesi reglugerð er mest loyvdi larmur máldur á nátt og við næstu bústað 40 dB. Tað kann tykjast erkvisið at gera so nógv burturúr, tá íð skipið bara larmar knøpp 20 dB meir enn altjóða markvirði loyvir, men her skal havast í huga, at dB stigin er logaritmiskur og bygdur soleiðis upp, at hvørja ferð tú fert trý stig upp á stiganum, tvýfaldast ljóðorkan. Ein øking av ljóðorkuni á 20 dB er tí  2x2x2x2x2x2 ferðir altjóða markvirðið ella ein 72 falding av mest loyvdu ljóðorkuni á nátt sambart altjóða reglugerðini, so tað er skilligt, at tað kann ikki vera sovandi í slíkum gangi. Bæði skipini lógu við bryggju til síðst í september.

Hett er ikki eindømi, heldur reglan . Við jøvnum millumbilum koma skip at kaj, sum larma so illa, at ikki er sovandi, og ikki ber til at biða tey sløkkja ljósmotorin um náttina, tí tey hava frystigóðs umborð. Seinast var tað trolarin Armenak Babev, sum larmaði 56 dB við næsta búðdtað, ein ljóðorku, sum er 36 ferðir sterkari enn mest loyvdi larmur á nátt eftir altjóða reglugerðini. Armenak Babev lá og avskipaði frá sunnudegnum 21. oktober til mikumorgunin 24. oktober.

Tá tað gjørdist okkum í grannalagnum greitt at, ætlanin hjá kommuni var, at Fuglafjørður skuldi gerast umskipingarhavn fyri útlendsk skip. Sendu vit soljóðandi skriv til Fuglafjarðar býráð dagfest 15. 10. 07: Um ætlanin er, at Fuglafjørður skal gerast umskipingarhavn fyri útlendsk skip, so áliggur tað Fuglafjarðar kommunu, sum varar av Fuglafjarðar havn, at omanfyri nevndu mørk verða hildin, og hetta kann bert gerast, um skipunum verður álagt at sløkkja ljósmotorarnar, beinan vegin tey hava lagt at og síðan taka streym frá landi. Skrivið var undirskrivað av 18 fólkum í grannalagnum. Enn, fimm ár seinni er einki hent. Nú kommunuvæl er í hándumg fari eg tí at spyrja tey, sum stilla upp til býráðsvalið, um tey vilja seta hetta í verk, og velja ímillum teirra, sum geva játtandi svar, og eg fari at heita á fuglfirðingar um at gera tað sama.

 

Niels Midjord