Flaggið í litum og list

Flaggið í litum og list

Merkið er okkara flagg. Tað hevur hvítan dúk, bláa rond og reyðan kross. Hóast tað í sjálvum sær er steindeytt, livir tað í okkara sinni, sum eitt livandi fyribrigdi og boðar frá, at vit eru eitt fólk og ein tjóð, sum hevur síni eyðkenni í móðirmálinum, skaldskapinum, myndlistini, tónleikinum, sanginum, ættini, bygdaløgunum, ítróttini, fiskivinnuni o. s. fr.
Litirnir geva merkinum lív. Hvat er vakrari enn at síggja eitt flagg dúka í  summarlotinum ella ein vetrardag í einum køldum gjali, sum kemur oman av  fjallasíðunum, ella úr onkrum skarði, har ættin stendur á? Tá eru tað litirnir,  ið spæla og boða frá onkrum gleðiligum ella, um flaggað verður í hálvari stong,  frá onkrum syrgiligum.
Prestakjólin
Vit brúka ikki svartan dúk, tá ið sorgin leikar á. Flaggið, Merkið er tað  sama, men vit síggja, tá ið tann deyði verður borin út, so eru fólk al oftast í  dimmum búnum, og tá ið ein av teimum kongaligu hevur sagt hesi fold farvæl, eru  tey, sum standa næst, svørt frá høvur til fót. Í tí svarta er sorgin. Jákup  Dahl, próvstur nýtti onkuntíð orðingina , dimt, døkt, dapurt og svart. Tað  dimma, døkka og dapra kemur eisini fram í málningunum hjá okkara mæta  listamanni, Sámal Joensen Mikenes. Í døkku myndum hansarar er altíð eitt ljós,  ein glæma, sum boðar frá: har sum ljós er, er vón. Løgið tykist tað mær, at tað  var tann svarti liturin, sum trúbótin tók til sín, at t. d. at prestar skuldu  bera svartan búna. Trúbótin skuldi bera okkum evangeliðið í reinum og ljósum
líki, hóast taðvar tað tann svarti liturin, ið prestar  lata seg í, tá ið teir prædika. Ljós og myrkur fylgjast ofta.
Litir í skriftini
Svart saman við hvítum er stórsta av bjóðing í liti, tá ið vit koma til  ljós og myrkur. Frá skriftini kenna vit frá Nýggja testamenti orðingarnar ljós  og myrkur. Jesus sigur sjálvur, eg eri ljós heimsins (Johs 8,12). Tann, sum  fylgir mær, skal ikki ganga í myrkinum, men hava lívsins ljós. Og í fjallataluni  sigur Jesus: Tit eru ljós heimsins (Math 5,14) Endurskinið í ljósinum í evangeliunum er júst teknið, at Jesus var av Guði:  Jesus umbroyttist fyri eygunum á apostlunum: Andlit hansara skein sum sólin, og  klæði hansara vórðu hvít sum ljósið(Matt 17,2). Tú mást ikki gera tær skurðmyndir ella nakað líki av tí , sum er í erva á  himninum, ella í neðra á jørðini, ella av tí, sum er í havinum undir jørðini (  2. Mósses bók 20 kap. ørindi 4). Tá ið tú ikki kanst avmynda dýr og menniskju,  so er Gamla Testamentið rættiliga litleyst. Fragari er í Nýggja Testamenti, men  eisini her eru setningar og áminningar um ikki at tilbiðja tí skapta, men  skaparan. Nei, ikki er Nýggja Testamenti so litrík, sum vit kundu hugsað okkum  tað. Hetta er arvurin frá Gamla Testamenti, ið heldur um teymarnar í tí  guddómligu litgevingini.
Ælabogin
Men hóast tað, kunnu vit nevna tann litríka ælabogan, sum tekini upp á  sáttmálan millum Guð og jørðina- menniskjuni, djór og aðrar skapningar. Eftir at  Nóa var strandaður á Ararat, setti Várharra hesa staðfesting í gildið. Í  kirkjulist kanst tú síggja Kristus sita á tí litríka ælaboganum og brúkar ein  ælaboga afturat sum fótskammul. Hetta er boðskapurin um tað makt og megi, sum er  givin Kristusi, sum er navnið yvir øllum nøvnum. Tann litríki ælabogin er  boðberin um hetta universella, íð liggur í tí kristnu trúnni um uppfatanina av  skapanini, sum vit minnast til, tá ið vit síggja ælabogan, spæla sær í einum  ælstroyggi fjallanna millum.
Hvíti liturin
Í frumkirkjuni var tann hvíti liturin ein støða, standur, sum tað hvíta er  sett í. Norðbúgvarnir kallaðu Kristus fyr Hvíta Krist. Hann kom við tí ljósa,  sum svaraði til heildarmyndina av faðirinum, soninum og heilaga andanum. Tað var  júst í tí katólska, at hvíti liturin varð heildin fyri heilagu almennu krikjuni,  sum er fyri øll fólk til allar tíðir. Fólk, sum t. d. í tí fornu kirkjuni komu  til dóp páskamorgun, vóru øll í hvítum frá høvur til fót. Tey vildu vera eitt  við tann hvíta skaran, sum var opinberaðir fyri Paulusi á oynni Patmos. Hesi  stóðu fast við sína trúgv og liðu pínslavátta deyðan. Teirra hvíti búni skuldi  vera vissiónin um eindarleikan í tí hvíta, sum hesi høvdu fingið eftir  pínslurnar. Tá ið vit eru við tað guddómliga, kunnu vit siga, at Guð ikki hevur nakaran  lit, men hann er ikki litleysur, tí tað bjarta, skara ljósi inniheldur allar  litirnar, sum eru í ælaboganum. Í okkara trúgv kann eingin síggja Guð, tí hann  er í ljósinum, men opinberaður í tí litríka Kristusi og tí lívliga heilaga  andanum. Forboðið, sum var í Gamla Testamenti og til deils í Nýggja Testamenti, var  ein leivd frá heidnari tíð, tá ið litirnir duttu hvør um annan í ymsari merking,  men tá ið kirkjan góðtók litin í gudstænastuni og til stórar festir, fór listin  at blóma. List og litir hoyra saman. Islamittarnir halda enn fast við tað, sum  er galdandi í Gamla Testamenti, tí verður teirra list í allar mátar ein symbolsk  list.
Litir, liturgi, symbol, list og Sjá tú blánar.
Pávin Innocent tann 3. góðtók fimm litir í kirkjuligari mannagongd(liturgi)  í byrjanini av 1200 talinum. Takk fái hann fyri tað. Listin fór at blóma. So  lítið skal til. Litirnir vóru hvítt, reytt, grønt, violett og svart. Tað,  sum er áhugavert í hesum vali, er reytt, grønt og violett, sum gongur aftur í  liturgiskari merking í kirkju okkara enn tann dag í dag. Reytt er blóð og eldur.  Grønt er vónarinnar litur, meðan violett er fyri bót og føstu. Edv. Munch var ikki bert ekspressivur í síni list. Hann var eisini  symbolskur málari, har hann brúkti tann reyða litin til skøkjuna í miðjuni í  málninginum Lívsins Dansur. Her er tað kenslusama og sansiliga, sum gevur seg  til kennar. Svarta kvinnan, sum stendur til høgru í myndini, er móðurin. Tann  umsorgsfulla mamman, sum ansar eftir øllum, sum hevur við hvønndagslívi at gera,  meðan unga kvinnan sum er til vinstru er í hvítum. Hon er Madonnumyndin, Maria  Moy – tann reina og óskylduga. Hetta er so stórbart, at tað rennur vatn úr  tonnunum, tá ið tú hyggur at slíkum myndum, men eg vil eisini siga um yrkingina  um Merkið: Sjá tú blánar hjá Hans Andr. Djurhuus, at tað er ein tann litríkasta  yrkingin, sum er í Føroya Fólks sangbók. Hon er júst sum málningurin hjá Edv.  Munch bæði ekspressiv og symbolsk. Hjá Hans Andr. er eingin ivi. Hann trínir fram á Føroya pall, á  fjallagreinunum, í brimbrotinum, fossinum, fjøruni, fjørðinum og bygdunum: Sjá,  tú blánar sum lofti, og tú rodnar sum blóð. Hetta er nakað av tí sterkasta, ið  er sagt í føroyskum skaldskapi. Tað, sum er so sterkt og rámandi í hesi linju,  er tað bláa, sum ikki verður nógv brúkt í kirkjuligari list, tí Jupiter sum  himmalgudurin hevði ein bláan (nimbus, gloriu) um seg eins og Zeus. Hetta hevur  ávirkað kirkjuni at hava eina ávísa frástøðu frá tí bláa, men blátt nertur so  við tað himmalska og ofta sæst Maria moy í málningum í einari bláari kápu, sum  verður rópt: Himmalkápan hjá Mariu moy.
Flaggið
Hjá Hans Andreasi er eingin ivi: Blái liturin í flagginum er loftið, og  reyði liturin er blóðið. Reyði liturin er bæði kærleikans litur og stríðsliturin  – borgar fyri ágangi og líðing. Tá ið hetta flagg fer eftir havinum og dúkar í  havsbrúnni, er tað eitt við hav, land og fólk. Hvussu hevur ikki tann føroyski  sjómaðurin strítt, strevast og balist á havinum, bart imóti havi og bylgjum,  farin út í oyðuna bæði í Íslandi og Grønlandi og søkt havið í smábátum og búð í  skúrðum. Strevast við New Foundlands strendur, undir Grønlandi, Íslandi,  Føroyum, Barentshavinum og aðrastaðni við? Hesir menn og hesar kvinnur , áttu at verið sligin til riddara og fingið  ein riddarakross í reyðum, bláum og hvítum. Tey vóru eitt við fólki, brimbrotið,  brotasjógvarnar, tað himmalska og høvdu kærleikans megi at geva lív og veita lív  til hesa tjóð, so henni var lív lagað. Hans Andr. visti hvat hann segði. Hann  málar í hesi yrking. Yrkingin er ikki bara ein lovsongur til Merkið, men er satt  at siga ein málningur hjá øllum Føroya fólki. Tá ið tjóðin hevur fingið sítt fullveldi, fer hetta flagg at  blaktra í vindinum. Tað verður kanska okkara gleðiligasta stund. Tá hava vit ein  fullkomnan málning í litríkum litum, sum er ogn Føroya Fólks, sum gevur seg til  kennar í flagginum og í yrkingini hjá Hans Andr. Djurhuus: Sjá, tú blánar sum  loftið og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins  ljóð.

Frits