Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Hví eta tey ikki bara kaku?

Hví eta tey ikki bara kaku? Soleiðis sigst Fraklands drotning Maria Antoinette (f. 1755 – d. 1793) at hava spurt, tá hon á Versailles Slotti hoyrdi, at fólkið í París svøltaði. Hon livdi jú í yvirflóð við øllum: mati og víni, tænarum og tónleikarum og altíð borin á lógvum 15 km frá høvuðsstaðnum fullkomuliga óvitandi um støðu vanliga fólksins. Ja, hví mundu tey ikki eta kaku?

Tað kúgaða og svanga fólkið framdi kollvelting í 1789 undir herrópinum : javni, frælsi og brøðralag og í 1793 vórðu Maria og Ludvík 16 hálshøgd.

M.a. hetta kom eg til at tonkja yvir í morgun, tá eg keypti eitt hálvt omegarugbreyð fyri næstan 30 kr. Tí í innara oyranum ljóðar framvegis røddin frá: Í menniskjanum góður tokki – har sagt verður, at nógvar føroyskar familjur við børnum, bert eiga uml. 60 kr. at liva fyri um dagin. Verður tað tá eisini hjá okkum – nú uml. 225 ár seinri – serliga í teim høgrakapitalistiskum heimunum spurt um, hví okkara fátæku ikki bara eta kaku. Tí vanligt er at hoyra útsagnir sum: tey liggja, sum tey sjálvi hava reitt, ella tað er teirra egna skuld. Høgrakristindómur og høgrapolitikkur í eina nøtuhylki.

Vit hava kunnað lisið í bløðunum um teir (ikki tey), ið forvinna frá 3.000,- kr. – 15.000,- kr. um dagin. Hesu somu skulu nú hava áleið 100.000 kr. í part í hondina frá høgrakollveltingarstjórnuni, meðan tey við lágum inntøkum og arbeiðsleys skulu onki hava og pensionistar fara at gjalda meira.

Matteuseffektin, ið sigur, at tey, ið hava, skulu fáa, meðan tey, ið lítið og onki hava, frá teimum skal sjálvt tað lítla verða tikið, sær út til at vera samgongunar arbeiðsgrundarlag vælsignað av Jenusi (ikki Jesusi) og øðrum, ið onki hava fata av kjarnuni, men sum eru prógv fyri, at tað, ið verður sagt í Matt. er fullkomuliga rætt, sjálvandi, nemliga at tann sum hevur fingið fatur á boðskapinum og skilir kjarnuna, hann skal fáa innlit og forstáilsi í yvirflóð, meðan hann, ið lítið og onki skilir, skal missa tað lítla forstáilsi, ið hann hevur, soleiðis at hann stendur púra berur og kanska fullkomuliga forvirraður, tá talan er um gleðiboðskapin.

Og at so er, tað síggja og hoyra vit hvønn dag m.a. í æviga jabbaríðnum um frelstur við trúgv, gerningar hava einki upp á seg (ein gjøgnumsúrgað hægrakristin ella høgraheiðin egoistisk útsøgn, sum normalbegávaði áttu at vita, onki hevur við kristindóm at gera, tí har er fundamentið, tú SKALT elska Guð og næstan, hvørki meira ella minni. Avleiðingarnar av egoistiska høgrakristindóminum eru ikki til at taka feil av hvørki í Føroyum ella aðrastaðni, og fátækradømi er bert ein av fylgjunum.

Av somu orsøk hoyra vit tíðint, at næstin liggur, sum hann sjálvur hevur reitt, hvør skal siga, at tað má hann sjálvur um. Vit hava nokk við okkum sjálvi. Men hava vit nú eisini tað, um vit geva okkum út fyri at vera kristin?

Tí sannleikin er hann, at Guð hevur givið okkum ØLLUM, ið búgva á hesum klettum eitt ríkt land. So sjálvandi er orsøkin til fátækradømi ikki, tí at ov lítið er til, men tí at ójavnt er býtt.

Tað altavgerandi í løtuni er og verður tí at steðga høgrakollveltingini, og í hennara stað at fremja eina vinstrakollvelting, sum skapar góð livikor fyri ALLAR føroyingar, við yrking Grundtvigs fyri eyga og oyra: For da har i visdom vi drevet det vidt, når få har for meget og færre for lidt.

Vónandi fara einglarnir, ið vitjaðu á jólum fyri umleið 2000 árum síðani, at vitja øll tey mongu, ið mugu halda jól í neyð og fátækradømi og geva teimum troyst og linna og eina livandi vón um betri tíðir.

Dagfinnur Danbjørg.