Karl A. Løkin heldur fram í reyðu blusuni

Karl kom til ÍF áðrenn kappingarbyrjan 2010, og brúkti ikki langa tíð um at býta seg fastan á miðvøllinum, sjálvt um hann var einans 18-ára gamal. Karl hevur verið ein fongur fyri ÍF síðan hann kom til Fuglafjarðar, og hevur eisini útvikla seg nógv tey seinastu 2 árini. Karl er sera spentur uppá uppgávuna komandi kappingarár og eru vit sera fegin um at kunna avdúka, at hann hevur undirskrivað ein 1-ára sáttmála við ÍF.

Vit vilja ynskja Karl góða eydnu víðari komandi kappingarár í Fuglafirði.