Í Fuglafirði hava tey ungu følt seg svíktan, forfylgdan og/ella forsømdan, og tí stilla tey upp ímóti Metusalem, Nóa, Lemek o.ø., sum hava stýrt kommununi tey seinastu árini. Ella soleiðis føldist tað. Tey gomlu hava altíð forsømt tey ungu, mugu tey nokk halda. Stuttligt er tað tó, at Mentunarhúsið er keypt, og mær vitandi hava brúkarnir av Lonini ikki yvirtikið Mentunarhúsið.
Never change a winning team. Er Fuglafjørður a winning team? Ja, fyri tað mesta, men har kann nokk onkur “leikari” skiftast út. Ella skulu vit gera sum Arsene Wenger/Arsenal og bert brúka ungar leikarar? Vit hava sæð, hvussu nógv teir hava vunnið seinastu árnini, sarkasma kann fyrikoma J. Og áðrenn tit byrja, so er hettar ikki eitt kjak um Liverpool og Arsenal, ella um fótbólt yvirhøvur. Brúki fótbóltstermologi í politikki. Um tú ikki skilti tað J
Eitt býráð skal vera samansett av ungum og royndum kreftum. Eg hoyrdi eisini tey ungu leggja uppskot framm um, at tað bert skal vera 1 listi til býráðsvalið 2016, um tey koma í býráði. Hmmmmmmm, mær vitandi hevur eitt býráð EINKI við listar til kommunuval at gera. Tey ungu høvdu nokk ikki lært av skattalyftum og 0 6 lyftum úr Havn, sum býráðspolitikarar EINKI hava við at gera. Sjálvur eri eg fyri 1 lista, men eg havi tann rætt at gera mín Liverpool lista til kommunuvalið 2016. Veit ikki um viðkomandi ungi politikari ikki hevði “joina” mín lista tá J
Eisini var tað stuttligt at hoyra ein ungan politikara fyrst siga, at viðkomandi lítið og einki kendi til hattar málið, men alíkavæl tosaði um tað í 5 min. Og tað hoyrdist, hvussu lítið viðkomandi kendi til málið.
Er hettar kritikkur av teimum ungu? Nei, als ikki. Men tey skulu ikki gloyma, at rutineraðar kreftir ikki gera sama feil, og rutineraðar kreftir ikki lova nakað, sum einans Løgtingið kann lova. Fyri tað mesta J
Jamen, hvussu kann mann blíva rutineraður, um man ikki stillar upp ella kemur inn í eitt Býráð? Nei, tað er ikki nemt, men man kann fyri tað minnsta seta seg inn í, hvørji mál eitt býráð tekur sær av, og hvørji mál Løgtingið tekur sær av. Tað er minnsta treyt. Eisini skal man duga, serligani tá man sigur seg hava politiskar royndir, at lata onnur tosa um mál, sum man sjálvur viðgongur ikki hevur skil fyri. Tað er í ordan at siga til setaran av spurninginum: Eg vil gjarna svara tær, men eg eri ikki tann rætti, og tí vil eg lata onkran annan svara tær. Hettar er at virða spyrjaran. Og at virða var eisini eitt lyfti hjá onkrum ungum politikara. Sami ungi politikari tosaði um differentering.
Ja flott, men hvussu nógv vistu hvat hann tosaði um? Eg veit, hvat orðið merkir, tí tað verður nógv brúkt í mínum borgarliga starvi, men hvat tosaði hann um? Eg veit, at hann veit, hvat orðið merkir. Haldi bara ikki, at hann ikki visti, hvat hann tosaði um, ella vistu tit? Skilja tit, hvat eg sigi nú? Nei, men heldur ikki eg so væl. Somu kenslu hevði eg, eftir at hann hevði verið og hildið sína røðu. Tosaði nógv, men VIT skiltu lítið!!!
Eisini var tað stuttligt, at Føroya mest maktfulla andstøða, tók so synd í sær sjálvum. Hvussu nógv mál hevur andstøðan ikki verið við í og komin sjálv við? Ring á 444657. Har sita fitt og dugnalig fólk, sum vilja svara tykkara spurningum. Hevði kanska eisini verið eitt hugskot at spurt meir til ávís mál, áðrenn man leggur politikarar fyri, at bert hugsa um teirra egnu “reyv”, og hví fundurin er fyri afturlatnum hurðum. Alt hattar stendur í lógini fyri kommunurnar.
Haldi eisini at sitandi “andstøða” segði ov lítið. Ein av teimum royndi, og viðkomandi var eykafólk!!! – Ein var so negativur, at hann bað um fyrigeving fyri tað seinni. Hmmmmm makes you wonder?
Annars komu nógv lyftir. Sambært fríggjakvøldinum, so fara fuglfirðingar at fáa ein nýggjan skúla, gongubreyt og betri busssamband til Kambsdal tey komandi 4 árini. Og alt hettar eru nýggj mál og nýggjur problematikkur fyri fuglfirðingar!?! Nei, als ikki. Men tey ungu, sum halda teir gomlu vera so gamlar og útslitnar, komu ikki við nøkrum slóðbrótandi. Eg veit ikki hvør hugsar nýtt. Tey ungu ella teir gomlu. Tey hugsaðu so tað sama. Undantikið Leif André, sum kom við einum frálíkum hugskotið. Bara keðiligt at hann ikki hevði tíð at fyrireika seg til fundin.
Um teir gomlu eru so gamlir og lítið kreativir, sum tit halda, hví sótu tit so á reyvuni alt kvøldið? Hví vóru tit ikki nógv meir við mikrofonina? Einasta vit áhoyrarar hoyrdu frá teimum ungu var um differentering, sum eingin skilti, og um eitt ítróttarhús, sum tann ungi ikki skilti nakað av.
Vit hava fótbólt, flogbólt, svimjing, fimleik, billiard, kappróður, badminton, ítrottarhøll, fimleikahøll, Mentunarhús við einum dugnaligum og kreativum leiðara, sum nokk skal taka sær av teimum ungu. Vit hava meir aktivitetir enn NÆST stórsti býur hevur at bjóða sínum ungu (Klaksvík) Men tað er ikki nokk, tí annars fara tey ungu at blíva kriminell, sambært einum ungum politikara!??!
Okey? Vit høvdu einki Mentunarhús, tað var væl minnið av ítrótti at fara til, “hingu út” uttan fyri Mikro (í dag “hanga tey út” uttan fyri Mentunarhúsið), og annars brúktu vit Føroya stórsta, og besta spælipláss, fótbóltsvøllin. Haldi ikki at vit blivu meira kriminell enn onnur. Viðkomandi kann bara hyggja eftir sínum egnu beiggjum. Teir høvdu somu umstøður sum eg, og teir eru allir produktivir samfelagsborgarar.
Eg veit bara eitt, at hattar fekk nógv at hugsa, sum vóru um mín aldur, hvat vit, ella okkara foreldur, høvdu gjørt skeivt, tí vit høvdu td einki Mentunarhús ella flat-rate internet, men vit blivu ikki kriminellir.
Gongur alt væl í Fuglafirði? Nei, men nógv gongur væl. Aðrar stórkommunur skulu brúka yvir 50 milliónir fyri at fáa kloakviðurskiftini uppá pláss, aðrar vilja ikki siga, hvussu nógv tey skulu brúka (á Gud, tað talið má vera høgt). Aðrar stórkommunur kunnu næstan ikki bjóða sínum borgarum reint vatn, og yvir longri tíðarskeið als EINKI vatn. Hattar gloyma vit, tí vit síggja hettar sum ein menniskjarættur!!!
Fuglafjørður hevur ein trupulleika við barnagarðsplássum. Vit hava ov nógv!!! Er ikki skemt, tí tað vil siga, at ov fáar ungar barnafamiljur búgva her, og tað skal tað gerast okkurt við!!!
Tað skal vera pláss fyri nýggjum kreftum, og tað vóni eg at fleiri verða av í nýggja býráðnum í Fuglafirði
Eg veit, hvar eg fari at seta mín X. Viðkomandi hevur elsta p-tal á uppstillaðu listunum, men hann hevur visiónir, sinnalag, árræði, evnir, førleika og minnst líka arbeiðssamur sum tey ungu.
Gott val týsdagin fuglfirðingar!!!
X við Dánjal Vang á lista A – Hann dugur at samstarva við tey eldru, tey mitt ímillum og tey ungu
NB!!! Bið FUGLFIRÐINGAR Í ÚTLEGD KOMA EFTIR KYRJASTEINI!!!! Hví “biiiiiip” skal tað vera núverandi, fyrrverandi býráð, sum hava skylduna fyri hasa tápuligu hobbyina, sum fuglfirðingar í ÚTLEGD vilja spæla við, men leggja einki í? Eingin visti hvørjir eru aftanfyri felagið Karvatoftir, ið eigur Kyrjastein. Sigur tað ikki nokk?
Stillaði eg upp og kom inn, so hevði eg lova tykkum eitt stórt nýttársbál 31.12.2012 og at Kyrjasteinur var “fjernaður” 01.01.2013. Men eg stilli ikki upp, so tit mugu loysa tað sjálvi. Eri tó áhugaður í øllum góðum hugskotum.