Ein positiv grein.

Í Fuglafirði er sanniliga gott at vera.

Hesin setningur bleiv við at mala í høvdinum á mær fríggjakvøldið í Mentanarhúsinum. Ikki minst orsakað av, at nøkur valevni og eisini nøkur fólk úr salinum fyri tað mesta bert drógu negativ ting fram. Ja, onkuntíð hevði mann líkasum hug at halda, at um mann kláraði einar tvær, tríggjar nætur nøkulunda heilskapaður afturat í býnum, ja, so var væl sloppið. Tí kemur hendan positiva greinin, – og hon byrjar nú!

Í Fuglafirði er sanniliga gott at vera. Ikki minst hjá barnafamiljum. Barnaansingarmálið er loyst. Komandi nógvu árini verður eingin bíðilisti til barnaansing. Vit hava ein sera góðan skúla við sera góðum og dugnaligum lærarum. Nú sigur onkur – góðan skúla? Ja, vit hava ein góðan skúla. Karmarnir eru ikki góðir, og vit eru øll púra samd um, at tað gera vit nakað við nú. – Og tá meini eg alt fyri eitt. Men tá ið eg tvíhaldi um, at vit hava ein góðan skúla, so er tað út frá, at skúli er annað enn karmar. Eg eigi eisini børn í Fuglafjarðar skúla, og eg eri sum foreldur sera væl nøgdur.

Í Fuglafirði er sanniliga gott at vera. – Tá eg hugsi um allar teir møguleikar, sum okkara børn hava í okkara kommunu, ja, so má eg bara fegnast. Ikki minst yvir allar tær eldsálir, sum taka sær av okkara bønum. Tey kunnu spæla fótbólt, svimja, gera fimleik, tey kunnu spæla flogbólt, rógva, spæla badminton, spæla tónleik, syngja, tey kunnu fara heim í Siloa ella oman í Thabor og fáa kvalifiseraða undirvísing og samveru, tey kunnu fara oman í Ribarhús og gera alt møguligt kreativt – og eg kundi hildið á…..  Afturat hesum hava tey eina fantastiska náttúru, har tey púra ótarnað kunnu spæla úti. Ja, í Fuglafirði er sanniliga gott at vera hjá børnum.

Um eg so hugsi um alt tað positiva, ið gjørt verður á mentanarøkinum, hóast vit bara eru góðar 1500 sálir, ja, so haldi eg, at tað er framúr. Her eru  ikki minni enn 3 vælfungerandi, virkin kór. Eitt manskór í Thabor, blandað kór í Siloa og eitt í kirkjuni, umframt, at aðrir sangbólkar eisini eru. Her er hornorkestur, ið uttan íhald hevur virkað so leingi, eg kann minnast. Vit hava fleiri ítróttargreinar á allar-, allarhægsta føroyska stigi. Vit hava ítróttarhøll. Vit hava 2 hús, ið einki annað gera enn at taka sær av mentanarligum tiltøkum (her hugsi eg um Piddasahandil/Ribarhús (enntá við listaskála) og Mentanarhúsið) umframt onnur smærri gomul hús, ið eru varðveitt. Vit hava eitt væl útbygt alment bókasavn og kunningarstovu. Vit hava musikkskúla. Í okkara býi eru javnan konsertir á sera høgum støði.

Vit hava ikki minni enn 2 samkomuhús og eina kirkju, sum hvørja viku eru sprenfull av øllum møguligum góðum tilboðum og tiltøkum fyri bæði ungum og eldri. Vit hava ein kvøldskúla, sum er á sera høgum støði við alskyns góðum tilboðum. Vit hava eitt sera virkið eldrafelag við egnum húsi, ið á ein ógvuliga góðan hátt tekur sær av at fjálga um gerandisdagin hjá teimum eldru. Vit hava fleiri matstøð, og hevur t.d. Resturant Muntra veruliga sett býin á breddan í mong, mong ár. (Nú má eg bara frammanundan biðja um umbering, tí eg havi heilt sikkurt gloym eina rúgvu, ið eg burdi nevnt, og rúm er heldur ikki fyri øllum her) Ein góður vinur hjá mær plagar annars skemtiliga at siga, at í býum á okkara stødd á flatlondum er tað frægasta, tú finnur, ein pylsuvognur. – Eg má bara siga, at í Fuglafirði er sanniliga gott at vera.

Tá ið vit so leggja afturat, at vit eru ein sera væl útbygd kommuna við lutfalsligari lítlari skuld, so hava vit nógv at fegnast um. Vit eru t. d. næstan komin á mál við at loysa kloakkviðurskiftini. Har mangla fyri uml 1,5 mill. kr. í íløgum, meðan onkrar aðrar kommunur, ið vit samanbera okkum við, skulu brúka 70. Vit eru næstan komin á mál við at veita øllum sóttreinsað vatn. Vit hava fyri tað mesta góðar vegir. Vit hava vetrarfriðað fyri uml 20 árum síðani. (Tað stríðast nógv við enn) Vit hava nógv sera vøkur og fríðkað støð í býnum. Vit hava tøk grundstykkir. Vit hava eitt gott havnarlag, vit hava nógv arbeiðspláss og nógv framúr góð virkir. Í mun til aðrar kommunur á okkara stødd hava vit eitt rímiliga ríkt handilslív. Vit hava ikki minni enn tveir miðnámsskúlar inni í okkara kommunu, og eg kundi saktans hildið á. Ja, í Fuglafirði er sanniliga gott at vera.

Nú kanska hetta ljóðar eitt sindur sum reyp. Soleiðis var tað als ikki ætlað – og tað mesta av hesum omanfyri­nevnda kann eg so als ikki persónliga reypa mær av á nakran hátt, og geri tað heldur ikki, men hetta er meira ætlað sum eitt positivt ískoyti til sumt av tí mest negativa, ið bleiv sagt í Mentanarhúsinum hetta kvøldið, har mann eina løtu líkasum fekk ta fatan, at tað var bara spurningurin um tíð, hvør ið var seinastur og sløkti.

Tá ið hetta er sagt, so vil eg til allarseinast eisini leggja doyin á og undirstrika, at omanfyristandandi sjálvandi ikki er nøkur sovipúta á nakran hátt, og at tað sum vera man eru sera nógvar bæði stórar, truplar og spennandi avbjóðingar fyri okkara kommunu í nærmastu framtíð. Og teimum ætli eg mær so vissuliga at arbeiða við og fyri, um eg verði valdur.

Men kortini vil eg leggja dent á, at í Fuglafirði er sanniliga gott at vera!

 

Eyðun á Lakjuni, valevni á lista B