Ein hálvur samandráttur.

Fundurin byrjaði við at Ólavur Larsen, Leiðarin í Mentanarhúsinum bjóðaði vælkomin, aftaná spældi Helgi Midjord nøkur løg.

Orðstýrarin: Kristian Petersen byrjadi síðani fundin.

Sitandi kommunustýri koma síðani við sínum hugleiðingum um hvussu støðan er viðv. Teimum ymisku málunum.

Anna Berjastein setti ein serligan dám á við hennara stuttliga verimáta. Hon setti viðkomandi spurningar. Eitt nú nevndi hon at stórir lastbilar ikki fáa vent “Norduri á Enni”. Ein stórur trupuleiki fyri fleiri. Eyðun á Lakjuni helt at hetta var eitt “gloymt” øki og varð vid uppá at finna eina loysn hesum viðvíkjandi.

Makrelvirki.

Bernhard Samuelsen setti Sigurð Simonsen spurningin; “Hví kom Makrelvirkið ikki”. Sigurð segði at teir vóru farnir til Tvøroyrar áðrenn teir yvirhøvur vóru lidnir í Fuglafirði. Bernhard gódtók ikki svarið. Síðani kom Bjørghild Arnholdsdóttir upp og segði at orsøkin til at makrelvirkið ikki kom upp at standa, var persóninum sum kommunan hevdi sett, Óla Samró at takka. Dánjal Vang sigur at Sigurð Simonsen ikki sigur allan sannleikan í hesum málinum. Dánjal segði at Sigurð á einum fundi skal hava sagt “Tit fáa Mentanarhúsið og vit fáa kajuna” so tá Dánjal kom vid 8 sakførarum bakkadu teir. Bernhard heldur at kommunan heldur fuglfirðingar vera býttar!

Tórfrídur Abrahamsen spurdi hví ein parkeringsvørður ikki varð settur: Sigurð Simonsen segði at tad var ov dýrt.

Sídani var ein ordadráttur um ein gard uppiyvir “Ambassaduni”, har Ingi helt at tad var øvundsjúka frá Tórfrída og Petur Abrahamsen. So helt Magnus Midjord fyri, at Ingi skuldi verid borgmeistari ístadin fyri Sigurð.

Kristian Martin Petersen spyr um nakrar planir eru við skúlanum. Eydun á Lakjuni sigur at hann hevur skrivað eina grein hesum vidvíkjandi og at tað er ein dialogur byrjadur um at byggja ein skúla á Kambsdali, og hann heldur eisini at tad ikki nýtist at gera eitt 80 millióna prosjekt. Dánjal Vang helt at bædi nýggji -og gamli skullu takast nidur og nýtt byggjast í staðin.

Árant Berjastein spyr hvat tad kostar at gera ein barnagarð. Sigurð Simonsen svarar: 25 milliónir. Gamli barnagardurin kostadi 15-16 milliónir. Sídani setur orðstýrarin sjálvur, Kristian Petersen ein spurning. “Hvussu væl fyri er kommunan fíggjarliga”. Sigurð Simonsen sigur; Væl fyri! Hálva álíkning, 2 milliónir so skuldu øll klokakkviðurskiftini í Fuglafirði verid í lagi.

Jens Kári spyr hvat kommunan hevur á kontoini í dag: Sigurð Simon sigur: 18 milliónir.

Síðani reisti kona Jón Nolsøe seg og spurdi um bussrutuna út á Kambsdal. Hon helt at bussrutan má endurreisast. Sigurð Simonsen sigur, at teir hava bjóðað trivnaðarnevndini á fund 15. nov. Soleiðis at bussrutan møguliga kann endurreisast. Dánjal Vang kom so upp og segdi seg vera fyri at bussrutan skuldi endurreisast. Magnus Midjord helt fyri at um “tit” velja Sigurð og Dánjal, so fáa “tit” alt beinanveg!

Kaffisteðgur

Tá eg skuldi seta meg aftur at skriva, so var tíverri eingin streymur eftir á telefonini. (Hetta lærur man av.)

Eg haldi!

Eitt sum fylti rímuliga nógv á fundinum var “gongubreytin” út á Kambsdal. Serliga vóru tad kambsdalsbúgvar ið vóru ónøgdir hesum viðvíkjandi. Hetta er væl skiljandi, men hetta kundi verid skordid eitt sindur nidur, soleidis at onnur mál kundu komid framm. Hetta gjørdi orðstýrarin Kristian Petersen eisini vart vid.

Sjálvur fekk eg lovad frá Eyðun á Lakjuni at nú skuldi okkurt henda við Kyrjasteini. Hetta ljóðar avbera gott og spennandi. So er bara at vóna at loysnin verður so nógvum at gagni sum gjørlit.

Serliga áhugavert, var tá Bjørghild Arnholdsdóttir nevndi “íverksetarar” og segði seg fara at arbeida fyri tí. Síðani hava aðrir politikarar eisini fylgt í hennara fótasporum og givid til kennar, at tey eisini fara at stuðla tí, hetta er bert at gleðast yvir.

Samanumtikið ein fínur fundur har øll valevnini kláradu seg væl. Um eg sjálvur skal koma vid mínari egnu meining um hvør kláraði seg væl so vil eg frammhevja: Asbjørn Bertelsen, Árant Berjastein, Bjørghild Arnholdsdóttir, Eyðun á Lakjuni, Dánjal Vang og Sigga Óladóttir.

Jóhan Joensen