Hevur tú eina meining?

Hevur tú eina meining?

Í nýggjum teigi á heimasíðuni ber nú til hjá tær at koma við tínari meining um viðurskifti, ið liggja tær á hjarta. Í teiginum “Eg meini tað!” kanst tú siga tína hjartans meining.
“Í lívsins viðurskiftum er gott at hava eina greiða meining um hvat er rætt og hvat er skeivt, men líka so umráðandi er eisini at hava oyruni opin og lurta eftir hvat onnur hava at siga, og so avgerða um eg standi við tað sum eg havi sagt, ella skilagott er at rætta uppá tað sum eg áður helt verða – tað einasta rættað.”Soleiðis skrivar Jóhan Heri Joensen, fyrvrerðandi býráðslimur, millum annað í nýggja teiginum, ið er ætlaður tykkum brúkarum av hesi síðu. Teigurin ber heitið, “Eg meini tað!” og har kanst tú geva títt ískoyti. Tað gerst við melda til skipanina og síðani logga á. Tænastan er ókeypis.

[05.04.2006 – Jón Brian Hvidtfeldt]