Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Framtíðin hjá ÍF er á Kambsdali

Framtíðin hjá ÍF er á Kambsdali

Ætlanini hjá býráðnum at gera skýli til 550 áskoðarar við vøllin í Fløtugerði er tødnað niður í 350 sitipláss á bakkanum, og samstundis eru pengar fluttir til stadionætlan á Kambsdali.
550 áskoðarar, sitandi fjálgir undir skýli til heimadyst í Fløtugerði. Ætlanin var stungin út í kortið, projekt var gjørt, og tað sama var ein kostnaðarætlan, ið segði umleið seks milliónir krónur. Við hesi ætlan, ið býráðið í eina tíð hevur arbeitt við, lýkur ÍF væl og virðiliga øktu krøvini frá evropeisku fótbóltssamgonguni UEFA, ið siga at í seinasta lagi í 2007 skulu øll lið í fremstu deildini hava áskoðarapláss til 350 fólk.Men nú hevur býráðið hálsað um. Í staðin fyri at gera eitt veruligt skýli, har tilsamans 550 áskoðarar kunnu sita turrir undir taki, er ætlanin tødnað niður í 350 sitipláss undir opnum himni á bakkanum. Avgerðina tók eitt samt býráð síðsta hósdag.Henda ætlan er mett at kosta umleið eina millión krónur, tvs. umleið fimm milliónir minni enn upprunaliga ætlanin.Stadion á Kambsdali
Grundgevingin hjá býráðnum fyri at sleppa upprunaligu ætlanini við vøllin í Fløtugerði er, at útlit eru fyri fleiri krøvum frá UEFA komandi árini. Til dømis verður roknað við, at í framtíðini fer UEFA at krevja, at eitt fýra metur breitt øki skal vera allan vegin rundan um vøllin, og eitt tílíkt krav metir kommunan seg ongantíð fara at kunna lúka.Tí liggur framtíðar loysnin á Kambsdali, meðan so lítlar upphæddir sum gjørligt skulu nýtast til vøllin í Fløtugerði, heldur býráðið. Mentamálanevndin hjá býráðnum hevur reist spurningin um tað ikki er rættast at byggja eitt nýtt stadion á Kambsdali, í økinum millum skótahúsið og Markná.

Tað heldur býráðið vera eitt so mikið gott hugskot, at pengar longu eru fluttir til hetta stadionprojektið á Kambsdali. Á fíggjarætlanini fyri 2006 eru settar av 2,4 milliónir krónur til upprunaligu ætlanina við vøllin í Fløtugerði, men sum nevnt eru tey 350 sitiplássini mett at kosta umleið eina millión at gera. Tí hevur býráðið samtykt at flyta munin, tvs. 1,4 millión krónur, á bók. Hesin peningur skal seinni nýtast til stadion á Kambsdali.

[05.04.2006 – Jón Brian Hvidtfeldt]