Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Featured, Fótbóltur, Ítróttur, Tíðindi, Útvald

Fritleif er komin heim aftur.

Lagt út av tann 15/05/2013 – 19:31

FritleifVit kunnu í dag boða frá, at vit hava skriva sáttmála við Fritleif í Lambanum, ið er galdandi fyri alla seinnu hálvu. Fritleif, sum má teljast í millum royndastu leikararnar í landinum, er 27 ára gamal, og kann spæla alla staðni á vøllinum, men er mest kendur sum ein stríðsmaður á miðvøllinum. Fritleif spældi við okkum fram til hálvuna í 2011, tá hann skifti til NSÍ. Í fjør royndi hann seg so í grannunum úr Víkingi, áðrenn hann fór til Danmarkar í skúla. Hann hevur so avgjørt at flyta heim aftur nú, og er komin heim aftur til barndóms felagið. Fritleif hevur spælt 174 dystir í bestu deildini, umframt 5 U21 landsdystir.

 

Vit ynskja Fritleif hjartaliga vælheimafturkomnan til ÍF og Fuglafjarðar.