Lippukassin og loysingin

Enn einaferð er Boðasteinur mynd á forsíðuni. Tað kundi sæð út sum um tað varð ein feilur, men so er ikki.Eitt  fullfermt skip við føroyska flagginum á síðuni tíðliga í fyrra  árhundraði, er kanska ein partur av tí sum skrivað verður um.

Í fyrru greinini um Boðastein varð skrivað um tey virðir sum førd  vóru til landið, og hvussu stórt virðið skipini høvdu fyri føroysku fjarðabygdirnar, og føroyska samfelagið.Pápin kemur heim av fjarleið har, lippukassin hevur verið hansara kontokort.Nógv er sagt um lippukassan, men í verðuleikanum varð tað lippukasin sum gav føroyinginum frælsið.

Í  tíðini áðrenn lippukassan vóru tey ognarleysu  trælir hjá bóndunum. Vit  plaga so vakurt at nevna hesar trælir fyri húskallar og arbeiðskonur,  men í verðuleikanum vóru tey trælir, sum allir trælir aðrastaðni í  verðini.

Áðrenn lippukassan átti bóndin tann ognarleysa: tann  ognarleysi hevði ikki loyvið til at seta búgv, og tann ognarleysi hevði  ikki loyvið til at fara út at fiska við egnum báti, um bóndin ikki hevði  nóg mikið av fólkið á sínum báti (bátsbandið).

Tað hevur tí altíð undra meg, at teir sum fremstir í loysingarmálum hava verið eru bóndir:  kúgarin sjálvur.

Tað er í verðuleikanum, loysingin frá bóndanum
sum hevur givið føroyinginum tað stórsta frælsið vit higartil hava  fingið. Loysingin frá bóndanum hevur gjørt okkum til eitt frælst fólk.  Øll eru vit tíbetur í dag lógarfest til at hava somu rættindi í hesum landi.

Besta framburð vit hava gjørt her á landið, er loysingin sum lippukassin gav okkum.
Lippukassin gav okkum persónligt frælsið.