Haruhagarnir

Fríggjakvøldið, 23 oktober Kl 20, vóru haruhagarnir í Fuglafirði seldir uppi í Lonuni.

7 av høgunum vóru bjóðaðir út, og teir vóru allir seldir.

Hagarnir vóru seldir fyri:

Skarhagi:              9.000,- kr.
Gjógvaráhagi:     6.500,- kr.
Fjallshagi:           6.000,- kr.
Innandals hagi: 4.600,- kr.
Góðadalur:         
2.500,- kr.
Klemman:            2.200,- kr.
Mørkin:                 2.000,- kr.

Føroyska haran
Haran  heldur til í skógi og á lyngheiði. Hon leggur ungarnar í holum millum grót og klettar. Haran í Føroyum (Lepus timidus) leggur 3 ferðir um árið. Hon leitar eftir føði, meðan ungarnir krógva seg í holum. Haran í Føroyum nevnist snjóhara, men verður meira grálig nú um vetrarnar, av tí at so lítið av kava er.

Kanadiska pólharan haran (Lepus  arcticus) sum er í Grønlandi og norð-evropeiska snjóharan (Lepus timidus) eru lívfrøðiliga rættiliga líkar. Pólharan og snjóharan eru 46-61 cm langar og viga 3,5-4,2 kg. Í Grønlandi eru tær størri jú longri norðuri, tær halda til. Tær hava stutt, breið oyru við svørtum snippi.

 

Pólharan  er heilt hvít á vetri. Harafturímoti eru tvey litfrábrigdi, tá talan er um snjóharu. Vetrarfeldurin á teimum, ið reika heilt har norðuri, í Miðnoregi og Norðurnoregi, er snjóhvítur, haraftur-ímóti er hann ljósagráur og ber í hvítt syðri í Føroyum, Skotlandi, Írlandi, og í Suðurnoregi og Suðursvøríki. Hjá báðum sløgunum er summarfeldurin morlittur og gongur yvir í heilt ljósamorreytt.

Hvussu víða  reikar hon, og hvar heldur hon til ? Í Íslandi eru ongar harur. Snjóharan er í Føroyum, Skotlandi og  oyggjaflokkunum har, Írlandi, Noregi og Svøríki, umframt í Alpunum. Í Føroyum er væl til av henni, og hon er slept upp í fleiri oyggjum. Pólharan finst fram við norðurstrondini í Kanada og í Grønlandi fram við strondini, tó ikki í Landssynningsgrønlandi og í Melvillevíkini. Fornfrøðingar hava funnið beinleivdir av henni í norðbúgvabygdum úr víkingatíðini.

Í august  1855 vórðu 4 snjóharur sleptar í Kirkjubøreyn. Tær vóru snjóhvítar um veturin, men longu í 1860-árunum vórðu nakrar blágráar vetrarharur sæddar – bláharur. Tær vuksu skjótt í tali og troðkaðu ta hvítu snjóharuna heilt burtur. Veturin 1916-1917 varð tann seinasta snjóharan skotin.

Royndir við snjóharu-bláharu vísa, at hvíti  vetrarfeldurin altíð troðkar seg framat; tað liggur í hesum harunum. Á Kragerø í Noregi, haðani tær føroysku snjóharurnar komu, er eitt blendsøki, har snjóharur halda seg høgt og bláharur lágt. Um bara ein av teimum 4 uppsleptu snjóharunum hevur havt bláharu-ættarbregði í sær, hevur ikki borið til at sæð tað, fyrr enn stovnurin varð so væl fyri, at bláharu-ættarbregðið slapp framat.

Bláharan í Føroyum leggur 3  ferðir um árið, tá veðrið er til vildar, men snjóharan leggur bara 2 ferðir. Harumframt fær snjóharan hvíta vetrarbúna sín fyrr um heystið, enn bláharan fær sín blágráa vetrarbúna.

Í Føroyum liggur kavin  sjáldan leingi, so tað hevur verið nógv verri hjá snjóharuni enn hjá bláharuni at fjala seg fyri harumonnunum.

Tá ið snjóharan varð  flutt til eitt øki við havveðurlagi, misti hon øll frammí-hjárættindi síni. Hetta hevði við sær, at ikki gingu meira enn 60 ár, fyrr enn tað ráðandi snjóharuættarbregðið varð forkomið. Eitt frálíkt skúladømi, tá tað kemur til arvalívfrøðina. Pólharan og snjóharan halda til í skógi, har skógur er, men annars eru tær á lyngheiðum heilt upp at kavanáminum. Tær leggja ímillum grót og klettar.

Haran etur plantur, grøs,  stargrøs, urtir og trøllakambar, umframt knubbar og endaknappar á runnum og trøum. Pólharan og snjóharan eru virknastar í dimmingini. Men tá ið makingartíðin kemur, og tær renna hvør eftir aðrari og gera seg upp, síggja vit tær eisini um dagin.

 

Hara  gongur kviðin í einar 7 vikur. Pólharan og vetrarhvíta snjóharan longst norðuri leggja bara eina ferð um árið, men longur suðuri leggja tær tvær ferðir um árið. Bláharan í Føroyum leggur 3 ferðir um árið, og 2-3 ungar eru í hvørjari legu. Kortini er sjáldan, at veðrið er so gott, at allar 3 legurnar koma undan. Í leguni hjá pólharuni í Grønlandi eru 5-7 ungar. Teir eru kynsbúnir, tá ið teir eru 8 mánaðir gamlir. Hetta hevur við sær, at ársgamlar harur leggja.

Pólhara og snjóhara verða  veiddar, tí at kjøtið smakkar so væl. Hildið verður, at stovnurin í Føroyum í 1997 var uml. 5000 harur, men av tí at harumenn í Føroyum ikki skulu biðja um veiðiloyvi ella geva fongin upp, er torført at meta um,
hvussu nógv verður skotið um árið. Í Føroyum er loyvt at skjóta haru frá 2. november til 31. desember

 

[25.10.2009 – Jóhan Heri Joensen]