30 ár síðani

 Í dag, 30. september, eru 30 ár liðin síðani ÍF vann sítt meistaraheiti í bestu deildini, sum tá hevði heiti 1. deild.

Jú víst minnast vit henda stóra dag á ymiskan hátt. Vit sum tá sótu í nevndini høvdu verðuliga fyrireika okkum til eina stórhending, um so skuldi verða.

Sjálvur  minnist eg serliga eina hending áðrenn dysturin byrjaði, einki umklæðingarrúm varð við vøllin,  so umklæðingarrúmini í skúlanum vóru nýtt.

Vit høvdu sum naka heilt nýtt sent boð eftir  royndarsjónvarpinum, og høvdu biðið teir koma norður og taka upp dystin.
Teir møttu eisini við øllum útbúnaði,  ætlanin varð at senda dystin um kvøldið – men í umklæðingarrúminum fingu vit, við stórum bókstavum, greitt at vita frá einum manni frá Útvarpi Føroya, at teir høvdu einkarrætt at senda frá dystinum – so sendingin varð av ongum. Men dysturin varð tó upptikin – og eiga vit hann enn, sum eitt minni frá hesum degi fyri 30 árum síðani.

Eg  havið funnið fram ein tekst úr tíðindablaðnum Magn og endurprenti hann her undir, við myndum,  beinleiðis sum Leivur Hansen skrivaði fyri 30 árum síðani.

Stórur hátíðardagur í Fuglafirði

30.  september 1979 kemur ivaleyst at standa sum ein av teimum størstu og minniligastu døgum í søgu Fuglafjarðar Ítróttarfelags. Tað var henda dagin. Fuglfirðingar lótu alt annað liggja og fjølmentir fóru av húsi í vón um at síggja lið teirra ÍF, tryggja bygdini sítt fyrsta føroyameistaraheitið í 1. deild í fótbólti.

Og so varð. Dreymurin hjá fuglfirðingum gekk út.

Aftaná í níggju ár, at hava tráað eftir tí, megnaði ÍF loksins at tryggja sær føroyameistaraheitið í 1. deild.

Mótstøðulið  teirra í hesum síðsta og avgerandi dystinum í ár var B36, sum í heimadysti sínum móti ÍF tryggjaði sær annað stigið.Hetta høvdu ÍF-leikararnir og viðhaldsfólk teirra ikki gloymt. Teir høvdu heldur ikki gloymt, at B36 eisini hevði staði seg óvæntað væl í fleiri øðrum truplum dystum og tí hevði at kalla hvørt mannsbarn í bygdini avgjørt at stuðla liði sínum sum frægast í hesum týdningarmikla dysti.

2500 áskoðarar

Eisini  hópur av avbygdafólki var komin til Fuglafjarðar henda kalda sunnudagin, og mett verður, at íalt 2500 fólk vóru til dystin.

Hetta er áskoðaramet í Fuglafirði.

Sum  øllum kunnugt vann ÍF dystin við 3 málum móti einum, aftaná at hava verið á odda 2:1 í hálvleikinum. ÍF kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki við málið, sum Meinhard Dalbúð, (ársins málskjútti 1979 við 17 málum) skjeyt. Longu ein minutt seinni javnaði Andreas Vatnhamar út fyri B36.

Stutt fyri hálvleik kom ÍF aftur á odda, hesa ferð við máli, sum Abraham Hansen skeyt. Men B36 fall ikki í fátt.  Tvørturímóti mentust teir meir og meir, og fleiri ferðir vóru teir nær við at javna út aftur. So varð kortini ikki.

Hýrurin  á fuglfirðingum var sum vera mann óførur, tá dysturin varð bríkslaður av, og ÍF-leikararnir vóru fagnaðir sum sannar hetjur av viðhaldsfólki sínum, og góð løta gekk, áðrenn tað eydnaðist at fáa leikararnar savnaðar saman aftur, so at teir kundu taka ímóti steypi og heiðursmerkjum.

Tíggju  minuttir fyri leiklok sló Meinhard Dalbúð sigurin fastan fyri ÍF við einum sjaldsama vøkrum máli, og við hesi leiðsluni kundi einki steðgað fuglfirðingum, sum tað íð eftir var av dystinum høvdu fult tamarhald á spælinum.

Men hetta var ikki endin á hesi forkunnugu hending. Hon skuldi eisini merkjast á annan hátt. Og tað varð sanniliga eisini gjørt við lít.

Jú eingin ivi um at 30. september 1979 kemur at verða mintur við hávirðing av øllum núlivandi fuglfirðingum.

6. felagið

Fuglafjarðar  Ítróttarfelag er sætta felagið, sum hevur vunnið føroyameistaraheitið í 1. deild, síðan ÍSF í 1942 fór undir at stíla fyri regluligum landskappingum í fótbólti. (Fótbóltsamband Føroya, sum varð sett á stovn í vár sum serdeild undir ÍSF, tekur sær nú av hesi uppgávu).

Hini feløgini eru: KÍ (15 ferðir), HB (10 ferðir), TB (5 ferðir), B36 (5 ferðir) og SÍ (1 ferð).

Fuglafjarðar  Ítróttarfelag byrjaði at ludtaka í meistaradeildini (nú 1. deild) í 1971. Frammanundan hevði felagið luttikið í landskappingini í meðaldeildini.

ÍF  varð stovnað tann 25. mars 1946 og hevur sostatt 33 ár á baki. Millum stovnarar felagsins vóru: Herluf Berthelsen, Obert Eliasen, Poul Jacob Hansen, Sofus Eliasen og Martin Johannesen.

Umframt at  luttaka í fótbólti og kappróðri (og frá í vetur eisini í flogbólti), hevur ÍF eisini verið aktivt innan hondbólt. Men henda ítróttargreinin datt niðurfyri síðst í sekstiárunum. Nú verður miðað ímóti at fáa hana á føtur aftur, og væntandi fara fuglfirðingar aftur at ludtaka í hondbóltskappingini næsta summar, frættist úr Fuglafirði.

Hava spælt øll árini  Vert  er annars at geva gætur, at á føroyameistaraliðnum hjá ÍF í ár vóru fimm leikarar, sum vóru við til, at mynda ÍF liðið í 1971, tá tað byrjaði at spæla í 1. deild, og hava teir verið við øll árini. Hesir fimm eru: Áku Petersen, Sam Jacobsen, Hans Elias Joensen, Herman Midjord, og Birgir Thomsen.

[30.09.2009 – Jóhan Heri Joensen]