Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Skip, Søga

50 ár síðani

Lagt út av tann 01/11/2009 – 13:43

 Í dag 1. november 2009 eru 50 ár liðin síðani Ólavur Halgi á fyrsta sinni flaggskrýddur stevndi inná Fuglafjørð.

Ólavur Halgi
FD 100
Eigari: Fuglafjarðar Samvinnufelag
Bygdur í 1959
792 br. tons
1.470 HK  MAN diesel
118,3 føtur langur
32,1 føtur breiður
14,4 føtur djúpur

Teir fyrstu túrarnar vóru 52 mans mynstraðir við, men sum tíðin gekk , minkaði manningartalið niður í 38

Stórt  arbeiðsloysi varð í Fuglafirði í 50 unum, so tað varð eitt sera kærkomið arbeiðspláss sum stevndi inná fjørðin Allahalganadag fyri 50 árum síðani. Tað munnu verða teir flestu menn í Fuglafirði, sum í dag eru tilkomnir, sum í hvussu so er hava verið ein túr við Ólavi Halga. Nógvir eru eisini teir sum hava vunnið sær góða inntøku í hesum arbeiðsplássi.

Søgan um Ólav Halga í Fuglafirði er fyri tað mesta ein sólskinnsøga. Hann kom til har arbeiðsloysið valdaði og skapti gróður. Í 17 ár varð Ólavur Halgi eitt týðandi arbeiðspláss í Fuglafirði.

26. apríl í 1976 fór òlavur Halgi sín síðsta túr sum fiskiskip, táið teir komu aftur av hesum túri varð hann lagdur.

Til  dagin, táið Ólavur Halgi kom á Fuglafjørð á fyrsta sinni,   hevði  Hilmar Petersen yrkt ein sang sum Fuglafjarðar sangkór sang á bryggjuni.

Ólavur Halgi, 1.nov. 1959

Lag: Fagurt ert tú, fosturlandið.

Sagt er frá í fornum søgum,
víkingar í gomlum døgum,
flýddu fedralandi frá.
Løgdu út frá heimastrondum,
stevndu móti øðrum londum,
lendu Føroyalandi á.

Túsund ár í søgu svunnu,
síðan landi her teir funnu.
Synir byggja landið enn,
sigla knørrin enn sum áður,
fara víða um sum fáur,
roynast enn sum skilamenn.

Komið er nú her til býggja
stásiliga fari nýggja.
Eydnan fylgi, hvar tað fer.
Ver vælkomin her, vit siga,
og av hjarta øll vit biðja:
signing ber á Fuglafjørð.

Gævi veiðueydnan fylgi
knørrin yvir hav og bylgju,
virkisgleði um hann grør.
Fyrndarhavn vil knørrin prýða,
vís við fragd um havið víða:
Ólavur Halgi, Fuglafjørð.

Ólavur Halgi
23. apríl 2009

Ólavur  Halgi liggur her í Lorient inni í Biscaya-buktini. Hetta er ein góður aldurdómur hjá hesum skipinum, sum førdi mangan fongin til Føroya av fjarleiðum. Seinastu árini tænti hann sum vaktarskip rundanum Føroyar.

 

[01.11.2009 – Jóhan Heri Joensen]