Minsti parturin avreiddur uttanlands í fimtan ár

Ongantíð áður er so lítið av fiski frá føroyskum skipum avreiddur uttanlands, sum í 2010. Bæði tá uppgjørt verður í tonsum og í prosentpartum av veiðini samanlagt.

Bara stívliga 1.200 tons av toski, hýsu og upsa vóru avreidd uttanlands í fjør, sum er munandi minni enn tey fimtan árini frammanundan.

Seinastu trý árini eru í miðal avreidd 2.500 tons uttanlands av hesum trimum fiskasløgum, sum telja um leið fýra prosent av samanløgdu avreiðingunum.

Tey trý árini mest varð avreitt uttanlands av teimum trimum fiskasløgunum var frá 2002 til 2004, tá tonsini taldu 15.500 og prosent parturin var fimtan.


Minni útflutt óvirkað
Samanlagt er eisini farið minni av óvirkaðum, feskum fiski av landinum hesi seinastu trý árini, enn árini frammanundan.

Fiskurin verður annaðhvørt landaður uttanlands, ella hann verður útfluttur feskur úr føroyskari havn, eftir at hann er avreiddur í Føroyum.

Seinastu trý árini eru í miðal trettan prosent av hesum trimum fiskasløgunum útflutt (antin avreidd uttanlands ella útflutt úr føroyskari havn), afturímóti einum miðali upp á 30 prosent, tey trý árini frá 2002 til 2004.

Árini 2002 til 2004 fór eins nógv av landinum sum vanligur útflutningur og sum landingar uttanlands. Í miðal fóru fimtan prosent av landinum hvønn vegin – avreidd uttanlands og útflutt úr føroyskari havn.

Seinastu trý árini er trífalt so stórur partur farin av landinum óvirkaður, eftir at fiskurin er avreiddur í Føroyum. Seinastu trý árini eru, sum sagt, fýra prosent av veiðini av toski, hýsu og upsa avreidd uttanlands. Men nýggju prosent av veiðini er útfluttur óvirkaður, eftir at fiskurin er avreiddur í Føroyum.

 Kelda: Hagstovan