Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Fólk, List

Símun Oliver Johannesen, málari, 110 ár

Lagt út av tann 03/09/2010 – 15:16

Sunnadagin 5. septembur kl. 20:00 letur ein framsýning upp við málningum av Símun Oliver Johannesen í Ribarhúsi.

Her  verður sangur, tónleikur og røður. Rói Eliasen, ommubeiggjasonurin, spælir, og Ása Dam syngur. Frits, bróðursonurin, flytur fram røðu.

22.  apríl í ár hevði Símun verið 110 ár. Hann var sonur Jóhannu Mariu og Thomas Jóhan Johannesen í Fuglafirði. Tey fingu 11 børn, og var Símun 5. elstur í hesum barnaflokki.

Símun er tann fyrsti  fuglfirðingurin, ið fer at mála. Hann er tilkomin, áðrenn hann fer undir henda partin av yrki sínum. Símun var húsasmiður og snikkari. Hann hevði smíðað hjá Petur Snikk í Havnini. Hann var millum annað við til at smíða kirkjuna á Glyvrum, og verður onkuntíð nevndur Kirkju Símun

Símun  giftist við Katrinu Lervig, ættað úr Lorvík. Tey fingu tvey børn, Fridu og Kerstin. Hann og Trina settu seg niður skamt frá Sandinum tætt við dansistovuna. Her búðu tey alt sítt lív.

Heimagjørt staffeli
Símun  var farbróðir greinskrivaran og morbróðir Heðins. Frá barnaárunum minnist meg, tá stokkið varð inn á gólvið okkurt kvøldið, at Símun stóð í kjallaranum og málaði. Hann stóð og málaði við tað heimara kjallaravindeygað niðaneftir undir einari blankari 100 watts peru. Málningurin stoð á einum heimagjørdum staffelii. Hetta var ikki ein hvønndagssjón, ið tær untist at síggja. Eyðkendi málingalukturin av oljurivnari máling úr tupum, sum lógu á borðinum , førdi teg í ein
øðrvísi heim, sum til tíðir kendist sum eitt ævintýr. Tað deyða, oljurivna, gav lív til vøksturin á løriftinum. Tað angaði av einari sjaldsamari urt, ið nam við forkunnugar sjónir, flutti teg burtur frá ítøkiligum, heimføðisligum ímyndum til fjálgar málningar.

Í kjallaranum spíraðu málningarnir, natúrlýsingar av bygdum, bygdaløgum, bergi og fjøllum.

Sandurin og Leirvíksfjall

Sandurin  og Lorvíksfjallið var yndismyndin hjá Símuni. Hann hevði palettin uttanfyri. Hetta kunnu føroyskir listamenn sannað, at svá er. Litirnir eru uttanfyri. Teir eru dygst við vindeygað. Lorvíksfjallið gav honum íblástur. Ofta datt skaddan inn um Gøtueiðið, ella hon hekk um tindin í summarløtum.

Hugnaligt og heimligt var tað, tá ið  mánin hekk uppi yvir Tyrlunum, og ljósið spældi sær umdir Varmakeldueiðinum og nam við aldurnar á Sandinum, sum drógu ein part av hesum ljósi til sín. Tað kundi tykjast, at hann lat fjallið í ymiskan
búna og vildi greiða fólki frá, at eitt fjall var ikki bara eitt fjall, men tað livdi og andaði í ljósi og spæli. Litkornini lyfti tað burtur í ævintýr og eina dreymaverð, skapað undir kønu hond Símunnar.

Símun  var tann fyrsti í bygd okkara, ið fór undir at mála málningar og hanga fleiri av hesum málningum víða um og prýða veggir og stovur. Hann var eisini við á Málningaframsýningini á Varmakeldu í mong ár. Hann andaðist 23. mars 1983.

Frits Johannesen

 

[03.09.2010 – Jóhan Heri Joensen]