Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt, Tíðindi

Metmánaði hjá Fuglafjarðar havn

Lagt út av tann 02/09/2010 – 15:14

Í august mánaða vóru 106 skipavitjanir á tilsamans 240.000 brutto tons á Fuglafirði.

Hetta var besti mánaðurin í tonnagu nakrantíð.

Annað metið varð sett tá ið stóra farmaskipið M/V Caly Manx tann 14. august kom á Fuglafjørð at bunkra frá Effo Bunkers.
Skipið,  ið er 190 metur langt og 32 metur breitt kom úr Canada ígjøgnum Panama veitina via Fuglafjørð til Finlands við 50.000 tonsum av koli. Hetta man vera størsti farmur, á einum kjøli, ið nakrantíð hevur verið á Fuglafirði. Við sínum útivið 13 metur djúpgangi var ikki nógv út at geva við oljukaiina í Fuglafirði

 

[02.09.2010 – Jóhan Heri Joensen]