Ein nýggjan prest

Eitt ár er nú gingið síðani nýggi presturin Anne Mette Petersen byrjaði í starví sínum í Fuglafjarðar prestadgjaldi. Táið eg fekk at vita, at nýggi presturin var dani,  varð eg eitt sindur skuffaður og hugsaði: – ikki aftur ein danskan prest?

Ja, so er tað, hví eg varð skeptiskur?
Vit hava undangongumenn sum Jákup Dahl og Victor Danielsen sum í verðuleikanum vóru teir í bjargaðu føroyska málinum. Føroyska málið fekk við teimum innivist í: Kirkju, samkomum og skúla, og nú aftur – fyri aðru ferð –  at føra danskt, sum høvuðsmál,  inní Fuglfjarðar kirkju, tað dámdi mær ikki.

Ein eftirmeting haldi eg tí eisini verða uppá sítt pláss. Henda eftirmeting, er mín privata, men eg haldi ikki, at eg fari nógv skeivur, um eg sigi, at størsti parturin av kirkjufólkinum tekur undir við mær.

Skeptiskur og við blandaðum kenslum fór eg sum eg plagdi í kirkju, men skjótt varð tað, at eg blotnaði. Táið prestur byrjaði at tosa føroyskt so reint og feilafrítt, varð tað sum um at okkurt loysnaði, alt varð bráddliga so vakurt. Hennara sera góða føroyska mál hevði ein guddomiligan klang. Ja sjálvt táið tosað varð danskt skurraði tað væl í oyrunum.

Eg havi eisini hugsað um tað síðani: Er tað ikki júst soleiðis tað eigur at verða, at málini eru líkastillaði. Prestur við sínum danska móðurmáli virðir okkara føroyska, og vit virða hennara danska..

At kvinna ber fram gleðiboðskapin hevur onkantíð verið foring í mínum hugaheimi, heldur tvørturímóti. Sjálvur haldi eg ikki at gudstænastan kann verða meira hátíðarlig enn táið Anne Mette stendur á talarastólinum og prætikar – um tað er á føroyskum ella donskum, er fyri mær í dag líkamikið.

Onkuntíð havi eg fanga meg sjálvan, mitt í prætikuni, at reika í hugaheiminum, og hugsað aftur á barnaárini táið mamma las lestur heima, á donskum máli úr slitnari lestrabók við krúllubókstavum (Gotisk skrift). Í báðum førum er talan um kvinnu,  —-  meira guddommiligt kann tað ikki blíva.

Eftir henda langa orðavavstur skal eg umsíður koma til endamálið við hesi grein.

Anne Mette:
Eg dugi, nú eitt ár er gingið, at síggja, at kirkjuráðini tóku eina rætta avgerð. Vit eru sera væl nøgd við at hava teg í hesum starvi.  Vit kundu ikki fingið ein betri.

Við hesum vil eg ynskja tær og tínari familju hjartaliga vælkomin til Fuglafjarðar.