Altjóðamøti í Siloa

Siloa: Nú verður aftur eitt altjóðamøti í Siloa í Fuglafirði. Slík møti hava nú verið nakrar ferðir, og hava tey verið rættiliga væl vitjað bæði av útlendingum og føroyingum. Altjóðamøtið hesa ferð verður sunnukvøldið 3. juni kl. 18.00.

Hetta møtið er fyrst og fremst ætlað útlendingum, sum skilja enskt. Tí verður alt, sum fer fram á møtinum, á enskum máli. Hugsað verður bæði um fólk úr øðrum londum, ið búgva í Føroyum og eisini t.d. um sjómenn, sum í løtuni liggja inni við skipum.

Ein fjølbroytt skrá verður á møtinum. Góður felagssangur verður. Fuglfirðingurin, Báður á Lakjuni, sum býr í Leirvík, skipar sangin. Góður tónleikur verður eisini. Ein vitnisburður verður frá eini kvinnu, ættað úr Nigeria, búsitandi í Føroyum. At enda verður ein stutt tala.

Eftir møtið verða øll boðin til eina máltíð, sum sjálvandi er ókeypis.

Heitt verður á føroyingar, sum kenna fólk úr øðrum londum – bæði fastbúgvandi og sjófólki – um at siga teimum frá hesum altjóðamøtinum.

Hóast hetta møtið fyrst og fremst er ætlað útlendingum, sum skilja enskt, eru øll sjálvandi vælkomin.