Menn arbeiddu dag og nátt til tess at fáa Gullbrand lidnan

Hugaligt at síggja nýggja vakra 8-mannafarið Gullbrand hjá ÍF kappróðri

Hugaligt at koma í telduna í morgun, tí har lógu fýra vakrar myndir av nýggja 8-mannafarinum Gullbrandi úr Fuglafirði. Kappróður hevur gott fótafesti í Fuglafirði, og felagið hevur óivað best útgjørda neystið í landinum. Har er pláss fyri fýra bátum, nýtímans venjingarrúm við rógvimaskinum og øðrum hentleikum, góð skiftingarrúm og arbeiðsrúm, har bátar kunnu spoytast og umvælast. Kassameistarin í felagnum Palli Vang sigur soleiðis um nýggja Gullbrand og nýggja neystið.

-Vit fingu nýggja 8-mannafarið mánadagin í seinastu viku, og leygardagin varð báturin klárur at flota, so tú kanst ímynda tær, at menn veruliga hava arbeitt. Menn hava stríðst nátt og dag til tess at fáa bátin lidnan. Manningin hevur vant við Heiðabátinum, meðan bíðað hevur verið eftir nýggja bátinum. Um nýggja neystið er at siga, at ikki ein króna í arbeiðsløn er goldin at smíða nýggja neystið. Og umstøðurnar eru nú góðar hjá felagnum. Bátarnir hjá okkum, sum rógva á norðoyastevnu leygardagin, eru 8-mannafarið Gullbrandur, 5-mannafarið Erla Kongsdóttir við dreingjum og gentum, 6-mannafarið Rádni við kvinnum. Hetta eru “eldri” rógvarar, har miðalaldurin er um tey fjøruti árini, og sum róðu oldgirlsróður í fjør, sigur Palli í stuttari telefonsamrøðu.

Eg gjørdist veruliga glaður í morgun at síggja myndirnar av nýggja 8-mannafarinum og hoyra, at Erla Kongsdóttir er mannað við dreingjum og gentum, og at kvinnurnar umborð á Rádna eisini eru við. Ja, og tey megna at smíða nýtt neyst, har eingin arbeiðsløn er goldin. Hetta má stimbra um samanhaldið i felagnum, og at øll føla, at tey eiga part í øllum ognunum. Eg kenni væl Inga á Tórgarði, sum rør við Gullbrandi, og sum venur ungu rógvararnar. Veit, hvat hann stendur fyri. Ingi hevur vunnið FM-heitið við Havnarbátinum og er gamal kenningur í Judo ítróttagreinini. Hann hevur konu úr Fuglafirði. Altíð spyrt gott burturúr, tá ið Ingi er við, tað veri seg, um tað er uppi á landi ella á sjógvi. Takk fyri myndirnar Palli Vang, og hjartaliga til lukku við nýggja 8-mannafarinum. (Vagnur)

Kelda: www.hvannrok.fo