Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi

Myndasavn

Lagt út av tann 20/02/2012 – 23:49

Myndasavnið – eitt 9 ára skeið

Í 2003 varð myndasavn lagt til síðuna fuglafjordur.com. og hevur tað so líðandi verið uppbygt øll hesi árini, og skipanin sjálv varð grundleggjandi broytt í 2011.

Ætlanin við myndasavninum hevur alla tíðina verið, at savna saman myndir við almennum áhuga, og at øll skulu fáa gleði av teimum myndum sum vit eiga og –  finna. Fleiri av myndunum eru úr egnari goymslu, men eisini eru nógvar sum vit hava funnið í søvnum og á alnótini. Sjálvt um vatnmerki er sett á myndirnar, so sigur tað ikki, at vit eiga tær. Tit sum eiga orginalin eru vælkomin at siga okkum frá – vit seta so á hvør eigarin er. ( Ella um tit ynskja at myndin skal takast úr savninum, so gera vit eisini tað, um ognarrættur kann prógvast).

Vit velja frá møguleikan, at ein og hvør fær loyvi at leggja myndir í savnið.
Grundgevingin er, at vit vilja stýra uppsetanini sjálvir, fyri at umgangast at savnið verður ein “hurlivasi har óviðkomandi myndir stýra heildini”. Myndirnar allar skulu, so vítt møguligt hava almennan áhuga. Og verða skipaðar í bólkar. Bólkarnir verða eisini javnan eftirmettir, og myndir skifta bólk um vit halda at tað er tað rætta.

Í løtuni liggja umleið 900 myndir í savnum og javnan verða nýggjar lagdar til eins og broytingar verða gjørdar í bólkaskipanini. Gamlar viðtiknar myndir verða varisliga viðgjørdar fyri ellisbrek áðrenn tær verða lagdar inn í savnið. Í løtun liggja nógvar myndir og bíða eftir at verða viðgjørdar og lagdar út.

Ymsir valmøguleikar eru í savninum, eisini kann tónleikurin sum fram kemur veljast frá ella aðrir sangir veljast. Fleiri koma seinni, og skift verður út av og á.

Tekst lýsingar til hvørja mynd sær verða settar inn, so skjótt tíð er til tað.
Tit eru eisini vælkomin at hjálpa okkum við upplýsingum.
Sjálvt tað sum tú heldur bara eru smáting, kann verða gull vert.

Um tú eigur eina mynd sum ikki finnst í savninum, so ert tú meira enn vælkomin at lána okkum hana, – men hon verður framhaldandi tín ogn, og tað viðmerkja vit eisini, um tað ynskist.

Telduposturin er: [email protected]