Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Borgarans pengar, ikki Bankans.

Sum valevni fyri lista D, fari eg her at vísa á hvat eg vil virka fyri, um eg blívi valdur í býráðið.

At skúlin er ótíðarhóskandi er ongin loyna, tað hava fleiri av teim uppstillaðu longu víst á, kanska serliga teir, ið sita í býráðnum nú, eins og teir gjørdu fyri 4,8 og 12 árum síðan, tó uttan at teir hava gjørt nakað við tað, hvat pengarnir eru brúktir til hesi mongu seinastu árini, burtursæð frá tí nýggja og stásiliga barnagarðinum “Stropin”, er ikki ilt at fáa eyga á.

kr.4 milliónir um árið til Bankan
At byggja ein nýggjan skúla, kostar nógvar milliónir, so tað má koma undir eina langtíðarætlan. Sum er, er kommunuskuldin somikið stór, at kommunan hevur eina rentu og avdráttarútreiðslu á slakar 8 milliónir kr. árliga, altso góðar 30 milliónir kr. yvir eitt valskeið, harav rentukostnaðurin er ca. 50%.- Kanska fyri at pynta um rokniskapin, var tað so átroðkandi at selja frystitunnlarnar, fyri valið. Kanska var orsøkin ein heilt onnur, livst so spyrst.-

Velur eitt býráð hinvegin at gjalda verðandi skuld niður, sum eg haldi vera sera skilagott, so kunnu ikki gerast íløgur fyri ørandi upphæddir fyrstu komandi árini.
Tá skuldin hinvegin er goldin, kann kommunan gera íløgur fyri 8 milliónir kr. meira um ári.

Tað sum eg meini er átrokandi, fyri at fólki skal trívast í kommununi, er millum annað gott bussamband millum Fuglafjørð og Kambsdal, har rutan er løgd til rættis í tøttum samstarvi við ítróttin, ÍF, Fimleikafelagið Flog, Svimjigelagið og Badmintonfelagið. Ein gongu/súkklubreyt millum bygdirnar báðar er alneyðug.

Læknaviðurskiftini í kommununi eru alt annað enn nøktandi. Tað sum eg meti hevði verið skilabesta loysnin viðvíkjandi einum kommunulækna, er at vit saman við Eysturkommunu útbygdu læknamiðstøðina í Norðagøtu, og fingu ein barnalækna og ein lækna til tey vaksnu, til borgarnar í báðum kommununum.

Fuglafjørður hevur verið, er og verður ein havnabýur, hetta er ikki einstíðandi við, at tað ikki skal vera sovandi í ávísum býlingum í bygdini fyri larmi. Serliga seinastu árini hava nógvir russar ligið við bryggju, teir ikki bara larma, teir “osa” eisini meira enn flest onnur skip, hetta orsaka av at teir brúka tungolju. Kommunan kann forlanga, at teir skulu brúka landstreym, men klárar bara ikki at leverað vøruna, nú veit eg ikki heilt hvussu nógv Fuglafjarðar Havn klárar at leverað, men vildi mett millum 63 og 100 ampere, meira er tað ikki. Eitt skip ið liggur við køli ella frystilast, hevur brúk fyri eini 400-500 ampere, tí er alneyðugt hjá kommununi at bøta um hesi viðurskifti.

Vit á lista D vilja arbeiða fyri teg.

X við Mortan B.