Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi, Valevnini skriva

Heimleys

Lagt út av tann 09/11/2012 – 09:00

Tveir campingvognar standa á keiøkinum.

Har búgva heimleys.

Fólk eru í øðini og spyrja, hví campingvognarnir ikki eru fluttir, tí teir eru til ampa fyri børn og vaksin.

Fyri 3 árum síðani legði eg fyri Fuglafjarðar Býráðið og sosialu nevnd eitt uppskot um at keypa ein húsvogn, har ein heimleysur kundi búgva undir góðum umstøðum.

Býráðslimirnir og sosiala nevnd tóku ikki undir við mær og mínum uppskoti.

Ætlanin var, at húsvognurin skuldi setast á eitt stað, har hann ikki var til ampa fyri nakran.

Hevði Býráðið tikið undir við hesari ætlan, so vóru eingir trupulleikar í dag.

Hava vit gloymt søguna um “Tann miskunsama Samariubúgvan?”

Skulu vit ikki framhaldandi læra um hann í Skúlanum, Kirkjuni og í Samkomuni?

Eg haldi avgjørt:”Ja, tað skulu vit!”

Eg havi fyri viku síðani sett fram  3 uppskot fyri  at loysa hetta mál.

Vónandi verður okkurt av hesum uppskotum  samtykt til gleði fyri tey, sum líða likamliga og sálarliga, so at tey merkja ein hita, fløva, kærleika og umsorgan frá teirra næsta.

 

X við Dánjal Vang