Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi, Valevnini skriva

Hví atkvøddi Dánjal Vang fyri at selja 2 frystihallir og 1 fjallhøll til P/F Bergfrost?

Lagt út av tann 09/11/2012 – 06:05

Hallirnar hava staðið til sølu í 3 ár, og bert P/F Bergfrost hevur víst áhuga.

Hini frostfeløgini savna seg um Vágur, Klaksvík, Kollafjørð og Runavík, og hava ongan áhuga í at koma til Fuglafjarðar.

Um vit ikki seldu til Bergfrost, var vandi fyri, at teir fóru til aðra bygd, har frostgoymsla er, og stórar tómar hallir standa á havnalagnum.

Tað hevdi verið ein gøla fyri Fuglafjørð um hetta hendi, og vit stóðu eftir við tómum fjallahøllum.

Frostgoymslan er full: 8000 tons. Næsta ár vóna vit  at 15.000 tons kunnu leggjast á goymslu. Gongst væl: 25.000 tons um nøkur ár.

Tað gevur inntøkur til kommununa, tá ið skip liggja við kai og frystivøra kemur í land og fer umborð.

Fjallahallirnar vóru mettar til eitt virðið uppá 8 milliónir.

Teir ið mettu vóru: Bank Nordik og grannskoðarafelagið hjá kommununi.

Innlendismálaráðið hevur góðkent mannagongdinar í hesum máli.

Kommunan skal ikki reka frostgoymslur, men byggja eldraíbúðir, røktaríbúðir, skúlar, asfaltera vegir, gera kloakkir og geva borgaranum reint vatn osfr.

Við hesum skrivi vóni eg, at tit skilja, hví eg atkvøddi JA.

Eg arbeiði bert fyri Fuglafjarðar kommunu og røki áhugamálini hjá fuglfirðingum.

Tað gongur sjón fyri søgn.

 

X við Dánjal Vang