Havi varðhugan av at dálkingin frá ljósmotorunum á skipum ,sum liggja og umskipa, er eitt størri vandamál enn larmurin. Verður samanborið við Havsbrún, so hevur virkið høgar skorsteinar, sum filtur máttu setast í, tá íð Havsbrún fekk umhvørvisgóðkenning, fyri at virkið skuldi kunna halda seg innan fyri markið fyri heilsuskaðiligum útláti, íð altjóða reglugerðin ásetir. Hetta hóvast Havsbrún bert nýtir olju til upphiting, -øll maskinorka á virkinum er elektrisk-. Hinvegin hava stóru skipini, sum koma á Fuglafjørð at umskipa, lágar skorsteinar og eingi filtur.
Í tíðarskeiðinum frá hálvum august til síðst í september var liggjandi góðvegur lágt. Í meðal lógu tá dagliga tríggir stórir flakatrolarar og avskipaðu til tey bæði stóru frystifarmaskipini, alt meðan roykurin frá hesum fimm risaskipum við lágættarlotinum støðugt varð borðin inn yvir bygdina. Hetta tíðarskeiðið vóru sjey andlát í Fuglafirði. Um deyðstíttleikin toppar nakað ávíst tíðarskeið á árinum, so man tað verða í myrku og køldu tíðini tíðliga á vári, og ikki í bestu summartíð. Men um vit søgdu, at hetta var eitt miðaltal fyri deyðstíttleikan í Fuglafirði so hevði tað svara til, at 56 andlát vóru í bygdini árliga; -tað doyggja vanliga um 17 fólk í Fuglafirði um árið-. Hetta prógvar sjálvsagt einki, -tað kann vera eitt tilfelli, og okkurt andlátið var á ellisheiminum í Runavík, so har hava skipini á Fuglafirði onga ávirkan havt-; men eg haldi kortini, at hetta er ein tíðilig ábending, sum átti at fingi onkrar klokkur hjá avvarandi eftirlitsmyndugleikum at ringt, og hetta er so mikið meira harmuligt, við tað at tað er púra óneyðugt; tí um skipini fingu streym frá landi, so var eingin larmur av týdningi og heldur eingin heilsuskaðilig dálking.
“Tað er ikki bara sum at siga tað, tí talan er um so nógva orku”, sigur býráðið, og tað er kanska skiljandi, tí tey vilja hava lív og virksemi á havnarøkinum og pening í kommunukassan, og vilja tí ikki kennast við prísin, sum borgarin má gjalda í svøvnloysi og heilsuskaðiligum árini. “Tað er ikki bara sum at siga tað”, sigur Umhvørvisstovan, og tað er meira illgrunavert. -Í øllum førum trúgvi eg tí ikki-. T.d. hevur Havsbrún ikki altíð verið eitt so væl skipað og umhvørvisvinarligt virki, sum tað er nú. Líka frá byrjanini vóru stórir ampar av lukti, útláti og í seinastuni serstakliga av larmi. Í 40 ár gingu grannarnir hjá Havsbrún sína oyðimarkargongd frá Heródesi til Pilatus fyri at lætta um amparnar av virkinum, men uttan úrslit, tí: “Tað var ikki bara sum at siga tað”, inntil leiðslan á virkinum sá sær fyrimunir av at søkja um umhvørvisgóðkenning, tí kundarnir vóru byrjaðir at krevja tað. Eftir tveimum árum vóru allir amparnir frá Havsbrún at kalla burtur, og eingin var stoltari og glaðari um hetta enn tey sjálvi. Har afturat batnaðu arbeiðsumstøðurnar og trivnaðurin hjá starvsfólkunum á virkinum munandi av hesum. Men fólkini í grannalagnum høvdu neyvan havt stundir til at anda lættan yvir at vera sloppin av við amparnar frá Havsbrún, nú eggjar býráðið til virksemi á havnarlagnum, sum javnan dálkar og larmar meir enn Havsbrún nakrantíð hevur gjørt. Tað er hugstoytt.
Amparnir av Havsbrún vóru verðunliga eitt fjølbroytt mál at loysa, meðan amparnir av skipum, sum liggja og avskipa, er eitt einfalt mál, -tað snýr seg um elorku-, og loysnin er líka so einføld: At ringja til SEV og biðja um eina íbinding í eitt virki. Fyri skipini hevði hetta ongan mun gjørt, tí tað, sum tey noyddust at gjalda eyka fyri orkuna frá SEV, høvdu tey vunnið inn aftur í spardari oljunýtslu. Fyri manningina hevði tað verið ein Harrans lætti, tí larmar tað 72 ferðir tað mest loyvdu ljóðorkuna eftir altjóða reglugerðum við nærmasta bústað, so má tað larma umborð. Streymur frá landi hevði tí bøtt munandi um arbeiðsumstøðurnar og trivnaðin hjá manningini, og sostætt ikki stykt skipini burtur, men tvørtur ímóti lokkað fleiri skip til Fuglafjarðar at umskipa um tey høvdu fingið streym frá landi. Fari tí at spyrja valevnini til kommunuvalið, um tey vilja skipa so fyri, at skip, sum liggja við bryggju í Fuglafirði, fáa strem frá landi, og so atli eg mær at velja ímillum tey, sum geva játtandi svar; og eg fari at heita á allar fuglfirðingar um at gera tað sama.
Niels Midjord