Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi, Valevnini skriva

Miðnámsskúlarnir á Kambsdali

Lagt út av tann 12/11/2012 – 10:00

210 parkeringspláss

Útbygging

Umleið 22 milliónir krónur eru játtaðar til eina útbygging av Miðnámsskúlunum á Kambsdali.

Har er trongligt at búleikast, og tí kom tað væl við at henda útbygging er játtað.

Næmingar og lærarar fegnast um hetta, og tað gera vit eisini í Býráðnum og í Fuglafirði sum heild.

Býráðið vil fegin geva eina hjálpandi hond, um tað stendur á við einum ella øðrum.

 

Parkeringspláss

Nógvir bilar koma til Kambsdalar hvønn dag, og sum tíðin gekk varð ov trongt.

Bilar fingu bót, og støðan gjørdist ótolandi.

Hóast fleiri áheitanir, lurtaði ongin eftir, fólk svóvu.

 

Loysnin

Dánjal Vang langaði nevan í borðið og rópti hart, tað hjálpti, risarnir vaknaðu.

Eftir stutta tíð vóru 50 parkeringspláss gjørd  afturat teimum 160 parkerinsplássunum.

So nú hava Miðnámsskúlarnir  og Ítróttarhøllin á Kambsdali 210 parkeringspláss.

Nú loypa parkeringspláss av og soleiðis skal tað vera.

At koma til Kambsdal at ganga í skúla og so fáa parkeringsbót, tað er fullkomuliga burturvið.

 

Næmingaheimið á Kambsdali

Handilsskúlin eigur eitt næmingaheim á Kambsdali, har 12 næmingar kunnu búgva

undir góðum korum og til eina sámuliga leigu.

Fuglafjarðar Kommuna stuðlar hesum heimi, og kemur tað teimum væl við.

Ein maður úr Havn kom norður og helt fyri, at um ikki nóg nógvir næmingar vóru, so skuldi næmingaheimið stongjast.

Eg svaraði honum, at um hann ikki tagdi, so kom eg suður at stongja teirra næmingaheim.

Tá varð friður.

Vit vóru sum eldur og vatn, men eg skal ikki avdúka, hvør var eldurin og hvør var  vatnið.

Tá ið nýtt næmingaheim skal byggjast, vil Fuglafjarðar Býráð geva  eina hjálpandi hond.

 

Set X við Dánjal Vang, sum hevur evnini, orkuna og førleikarnar at fremja tíni mál.