Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt

Kommunusamanlegging

Lagt út av tann 05/10/2006 – 09:55

Í gjár 3. okt. høvdu  borgarstjórarnir í Fuglafjarðar  Kommunu, Leirvíkar Kommunu, Gøtu Kommunu og Klaksvíkar Kommunu fund, har  teir umrøddu nýggja uppskotið til løgtingslóg um sjálvbodna  kommunusamanlegging. Uppskotið er sent kommununum til hoyringar, og  hesar 4 kommunurnar, hava skrivað eitt skriv, sum er sent út í dag.

Undirritaðu borgarstjórar hava á fundi í dag umrøtt nýggja uppskotið til løgtingslóg um sjálvbodna kommunusamanlegging, dagfest 22. septembur 2006, sum er sent kommununum til hoyringar, har tað eisini verða ásettar reglur fyri, hvørji samstørv millum kommunurnar verða loyvd.Uppskotið verður sjálvandi at viðgera nærri í teimum einstøku kommunustýrunum, áðrenn endaligar útmeldingar kunnu gerast. Somuleiðis verða kommunufeløgini har undirritaðu kommunur eru limir, at viðgerða lógaruppskotið.Tó eru borgarstjórarnir grundleggjandi samdir um fylgjandi fyrstu viðmerkingar til uppskotið.

Ov stórar avmarkingar av kommunala frælsinum at velja samstørv.

Undirritaðu borgarstjórar taka undir við, at landsstýri og løgting áseta karmar fyri kommunala bygnaðinum í framtíðini, soleiðis at henda tilgongd fer fram undir skipaðum viðurskiftum.

Tó er umráðandi, at tær lógir og reglur, sum settar verða í gildi, ikki eru ov avmarkandi í mun til sjálvræðið og frælsið hjá fólkavaldu kommunustýrunum at skipa seg best møguliga í mun til møguleikarnar, har kommunustýrini fyrst og fremst eiga at hava í huga, hvat er gagnligast fyri borgaran.

Her meta undirritaðu, at fyriliggjandi lógaruppskot í ov lítlan mun tekur atlit fyri teimum samfelagsligu broytingum, sum eitt nú undirsjóvartunlarnir hava elvt til, og teimum nýggju møguleikum, sum liggja í hesum.

Ein avleiðing av hesum lógaruppskoti er, at Klaksvíkar, Leirvíkar, Gøtu og Fuglafjarðar kommunur missa tann møguleika, tær hava í dag at samstarva sínámillum, hóast ferðasambandið teirra millum sum kunnugt við Norðoyartunlinum er munandi betrað.

Hetta er sjálvandi sera óheppið fyri øki okkara, tí sum kunnugt er frammanundan eitt ávíst samstarv tvørtur um Leirvíksfjørð, eitt samstarv, sum væntandi fer at økjast í framtíðini, nú fast vegasamband er millum Norðoyggjar og Eysturoy.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður m.a. sagt: ” at eindirnar mega verða skipaðar á tann hátt, at tær hava fyrilit fyri
ferðamynstrinum hjá útbúgvunum við atliti at bústaði og arbeiði, og hvat miðstaðarøkið lættast er at koma til hjá borgarunum, bæði í almennum og privatum ørindum teirra.”

Tað eru so stórar broytingar farnar fram á hesum øki, at vit í dag ikki vita, hvussu samfelagsmynstrið millum Norðoyggjar og Eysturoy fer at mennast. Tí er umráðandi, at frælsið hjá kommununum at velja samstørv verður varðveitt, til frama fyri framburð í økinum.

Enn er sjálvandi ilt at siga, hvussu tann kommunali bygnaðurin í hesum øki verður í framtíðini – tað kann bert tíðin vísa – men undir øllum umstøðum er tað óheppið, um landsmynduleikin frammanundan leggur forðingar inn, soleiðis at ein nátúrlig menning og tillaging kann fara fram.

Undirritaðu borgarstjórar vilja við hesum fyrstu viðmerkingum heita á landsstýri og løgting um at hava hesi viðurskifti í huga, nú umrøðan og viðgerðin av hesum máli fer í gongd.

Undirskrivað hava:

Sigurð S. Simonsen, Fuglafjarðar kommuna
Hans Mourits Foldbo, Gøtu kommuna
Fríðgerð Heinesen, Leirvíkar kommuna
Steinbjørn O. Jacobsen, Klaksvíkar kommuna

 

[05.10.2006 – Jóhan Heri Joensen]