Heðin Kambsdal málar Jógvan Ingvard

Hergeir Nielsen, løgtingsformaður avdúkaði, ein málning av Jógvani Ingvard Olsen, fyrrverandi løgtingsmanni, landsstýrismanni og løgtingsformanni. Jógvan Ingvard Olsen sat á løgtingi í samfull 28 ár, árini 1970-1998. Hann sat í landsstýrinum við fiskivinnumálum árini 1989-1991 og var løgtingsformaður árini 1994-1998. Hann var soleiðis fyrsti løgtingsformaður eftir nýggju stýrisskipanarlógini, sum vit fingu í 1995. Hergeir Nielsen […]

Les meira

Málningaframsýning í Riberhús

Leygardagin 3 sept. kl. 16 letur Kristina Joensen, listakvinna, upp málningaframsýning í Riberhúsi   Sýndir verða fram 12 málningar, sum nýliga eru málaðir. Teir eru expressivir, symbolskir, og skapini bera brá av einari inniligari fatan av nútíðini, sum nemur við mynstur ( føroysk mynstur ) frá tí farna, men peika frameftir við ljósum vónum í […]

Les meira

Heðin Kambsdal framsýning á Ribarhúsi.

Leygardagin  5. mars kl. 16:00 letur Heðin Kambsdal, ljóslistamaður og organistur, upp eina afturlítandi málngingaframsýning í Ribarhúsi. Sýningin er opin til mikudagin 20. mars. Tá  ið sýningin letur upp,  verður røða hildin,  sangur og spæl  – t. d. systirsynirnir, Jonhard og Rói, spæla og syngja. Hetta er í samband við,  at Heðin verður seksti tann […]

Les meira

Fuglfirðingur brent navn sítt fast í Hoyvíkstjørn

Listaverkið  “Uppdrift”, sum listamaðurin Helgi Midjord hevur gjørt, varð avdúkað í morgun klokkan 10. Listaverkið stendur á Hoyvíkstjørn. Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og Jógvan Arge, formaður  í mentamálanevndini, helt skemtiliga røðu um Hoyvíkstjørn og søgur í tí  sambandi. Heðin Mortensen, borgarstjóri og Jógvan  Arge, formaður í  mentamálanevndini avdúkaðu síðan listaverkið undir miklum rómi av  […]

Les meira

Símun Oliver Johannesen, málari, 110 ár

Sunnadagin 5. septembur kl. 20:00 letur ein framsýning upp við málningum av Símun Oliver Johannesen í Ribarhúsi. Her  verður sangur, tónleikur og røður. Rói Eliasen, ommubeiggjasonurin, spælir, og Ása Dam syngur. Frits, bróðursonurin, flytur fram røðu. 22.  apríl í ár hevði Símun verið 110 ár. Hann var sonur Jóhannu Mariu og Thomas Jóhan Johannesen í […]

Les meira

Føroysk Trælist í Ribarhúsi

Í hesum døgum hevur Ole Jakob Nielsen, framsýning við listahandverki í Ribarhúsi í Fuglafirði. Hetta er framsýning av dreyaðum lutum, nógv ymisk íløt og tær eyðkendu ertunnu lampurnar, har ljósið ger viðin so livandi. Allir lutirnir eru gjørdir úr føroyskum viði. Ole  Jakob Nielsen hevur síðani fyrst í 90’unum gjørt tað til sítt høvuðsmál bert […]

Les meira

Fernisering og Konsert

Málningaframsýning “Um gáttuna” við Helga Midjord, umframt spennandi tónleikaframførðslur við m.a. Lenu og Niclas. Evnaríki  fuglfirðingurin, Helgi Midjord, ið hevur málað við olju á lørift, fer at sýna fram sínar vøkru málningar í LM Handlinum á Kambsdali frá fríggjadegnum 12. desember og ein mánað fram. Helgi hevur valt at kalla framsýningina “Um gáttuna”, sum eisini […]

Les meira

Listaframsýning

Helgi Midjord hevur listaframsýning í Ribarhúsi í juli mánaða. Listaframsýningin opnaði leygardagin 21. juli við eini hugnaligari samkomu. Lylli og Niels tulkaðu Evert Taube á føroyskum. Flestu av vísunum hevur Niels føroyskað. Listamaðurin  sang sjálvur fleiri vísur á sín sermerkta hátt. Tónleikasamansetingin við hesum trimum hepnaðist serstaka væl. Nógv fólk var samankomið hesa løtuna, sjálvt […]

Les meira

Jógvan Ingvard Olsen í løgtinginum

Klokkan 14 í dag avdúkaði Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, ein málning av Jógvani Ingvard Olsen, fyrrverandi løgtingsmanni, landsstýrismanni og løgtingsformanni. Jógvan Ingvard Olsen sat á løgtingi í samfull 28 ár, árini 1970-1998. Hann sat í landsstýrinum við fiskivinnumálum árini 1989-1991 og var løgtingsformaður árini 1994-1998. Hann var soleiðis fyrsti løgtingsformaður eftir nýggju stýrisskipanarlógini, sum vit fingu […]

Les meira