Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » List

Málningaframsýning í Riberhús

Lagt út av tann 30/08/2011 – 07:46
Leygardagin 3 sept. kl. 16 letur Kristina Joensen, listakvinna, upp málningaframsýning í Riberhúsi

 

Sýndir verða fram 12 málningar, sum nýliga eru málaðir. Teir eru expressivir, symbolskir, og skapini bera brá av einari inniligari fatan av nútíðini, sum nemur við mynstur ( føroysk mynstur ) frá tí farna, men peika frameftir við ljósum vónum í livandi litum.Tá ið framsýningin letur upp, sigur Kristina nøkur orð um sínar egnu málningar, og sýndur verður ein filmur av Kristinu, meðan hon málar ein málning.