Frits Johannesen í Galerie Focus

Fríggjadagin 16. mars kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Frits Johannesen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Á framsýningini eru málningar, sum eru málaðir í fjør og í ár og snúgva myndevnini  seg um t. d.  digitaliseraðar næmingar, fýra ferðirnar Michael Jackson, tónleikarar, sum í sprelskum anda føra seg fram í brosandi ljómi og seinasti tónleikarin fer úr einari doyggjandi bygd.

Framsýningin verður opin til 29. mars, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.
Tíðindafundur: Kl. 10 mikudagin 14. mars eru vit, Frits Johannesen og undirritaða, í gallarínum.

Vinarligar heilsanir Marianna Norðoy, tlf. 22 98 76

www.galeriefocus.com