PISA-kanningin 2012

Mánadagin 19. mars skulu allir næmingar í 9. flokki til PISA-kanning. Hetta er fjórðu ferð kanningin er í Føroyum. Kanningin fevnir um trý høvuðsøki: lesing, støddfrøði og náttúrulærugreinir. Í ár verður høvuðsdenturin lagdur á at kanna støddfrøðiførleikan. Harumframt verður eisini ein kanning av telduførleika næminganna.