Leygardagin 5. mars kl. 16:00 letur Heðin Kambsdal, ljóslistamaður og organistur, upp eina afturlítandi málngingaframsýning í Ribarhúsi.
Sýningin er opin til mikudagin 20. mars.
Tá ið sýningin letur upp, verður røða hildin, sangur og spæl – t. d. systirsynirnir, Jonhard og Rói, spæla og syngja. Hetta er í samband við, at Heðin verður seksti tann 14. mars í ár.
Ljósið, undan hond Heðins, livir í stráum, tinnum, hondum, fingrum og við eygnahvarm. Heimurin syngur í penslastrokunum, og tá ið hann treður urguna í Fuglafjarðar kirkju, eru livandi einglar í litum í ljóðpípunum.
Her er ein flóð av ljósi og ljómi, sum er vert er at sjá og lurta eftir. Der er lys i overflod… W.H.