Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Spøl

Hnefatafl spælireglur

Lagt út av tann 10/02/2007 – 10:39

 

 

 

 

 

 

 

 

Borðið

Teknað  eitt eitt borð við 9 x 9 feltum. Set hvítar og svartar brikkar upp sum  víst (tú kanst eisini nýta knappar, 25 oyru ella okkurt annað). Tann  hvíti brikkurin í miðjuni er kongurin og má kennast frá hinum brikkunum,  t.d. við at vera størri.

Soleiðis flytir tú.

Brikkarnir verða fluttir tvørturum og longs eftir.Brikkarnir flytast so langt sum ynskist, men ein brikkur kann ikki loypa uppum aðrar brikkar.
Skift verður um at flyta – áleyparin (teir svørtu brikkarnir) byrja.

5 Feltir eru bert til kongin

Tað  eru 5 feltir á brettinum, sum bert kongurin kann flyta til: tað er  miðfeltið og tey 4 hornarfeltini. Men sjálvt um hinir  rikkarnir ikki  kunnu flyta til miðfeltið, so kunnu teir fara gjøgnum tað.

Soleiðis tekur tú ein brikk

Ein mótstandarabrikkur verður tikin við at stilla tveir av sínum egnu brikkum við hvør sína síðu av honum.

Um  ein mótstandara brikkur stendur við síðuna av miðfeltinum ella við  síðuna av hornafeltinum, so skal bert ein brikkur til at taka hann.

Ein brikkur hevur loyvi til at flyta innmillum tveir brikkar hjá mótspælara, uttan at tað hendir honum nakað.

Fleiri brikkar kunnu takast ísenn

Soleiðis verður kongurin tikin

Kongurin  berjist á jøvnum føti við hinar brikkarnar, og táið kongurin ikki er  við miðfeltið, kann hann takast líka sum hinir brikkarnir.

Men um kongurin stendur á miðfeltinum, so skulu 4 brikkar til at taka hann.

– og um kongurin stendur við síðuna av miðfeltinum, so skulu 3 brikkar til at taka hann.

Soleiðis vinnur hann sum verjir

Teir hvítu vinna, um kongurin klárar at koma út til eitt av hornafeltunum.

Soleiðis vinnur hann sum er áleypari

Teir svørtu vinna um teir taka kongin.
Um eingin av teimum hvítu brikkunum kann flyta seg, so hevur svart vunnið.

Spæl hnefatafl online

 

[10.02.2007 – Jóhan Heri Joensen]