Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tøkni

Teletøkni

Lagt út av tann 14/02/2007 – 13:02

Á ólavsøku í 1906 knýtti Frírikur kongur 8. Føroyar í fyrsta tøkniliga sambandi út í heim.

 

 

Føroyar fingu telegrafsamband við útheimin á Ólavsøku í 1906. Fyrsti  kaðalin lá úr Hetlandi og í Sandágerðsvík. Myndin er frá hátíðarligu  løtuni táið kaðalin varð tikin í nýtslu. Fyrsta fjarrit sendi Fríðrikkur  kongur 8. og varð tað soljóðandi:”Lykkelig ved i dag at kunne  indvie den så længselsfuldt ventede telegraflinje sender jeg som mine  første ord min hjertelige hilsen til ethvert hjem på Færøerne. Jeg  lykønsker til den nye forbindelse, som således hermed er åbnet, og  udtaler det håb, at den mægtige må bidrage til udvikling af færingernes  vel, både i åndelig og materiel henseende og derved styrke vort fælles  fædreland.”Amtmaðurin takkaði kongi fyri heilsuna og segði, at  føroyingar fegnaðust um tað stóra framstig, sum teimum hevði hent fyrsta  stjórnarár Fríðriks 8. Eisini løgtingið sendi kongi takkarkvøðu.

Tað  var Det Store Nordiske Telegraf-Selskab, sum legði kaðalin millum  Hetland og Føroyar og higani til Íslands. Alment varð kaðalsambandið  opnað 1. august. Ein telegrafstøð varð bygd í Havn og tikin í brúk hetta  sama árið.

Telegraflykilin opnaði verðina fyri  okkum. Telefonirnar við kastinum á síðuni vóru nýttar fyri at koma í  samband við telefonstøðirnar, har vit kundu biða um at verða umstillaði  til eina ávísa telefon.

 

Tað eru 100 ár síðani vit fyrstu ferð tøkniliga kundu  geva boð frá okkum. Myndirnar av fjarskiftistólunum her á síðuni vísa  gongdina hesi 100 árini.

Telefonin við dreyguskivuni gjørdi telefonstøðina óneyðuga, síðani kom digitala knøttatelefonin.

Telex varð verðuligt frambrot í 50-60unum. Í dag er telex næstan ókent og hoyrir heima á forngripasøvnum.

Ja  sjálvt fax maskinurnar, sum komu í 70unum og verðuliga góðu okkum  nýggjar møguleikar, eru í dag fornleivdir, myndir og tekstur verður  lættliga og skjótt flutt um alnetið.

Í dag verður telefonsambandið verðuliga kollvelt. Nú tekur IP telefoniin  valdið. Við Skype kann ringjast um allan heim kostnaðarfrítt, um tú  hevur breiðbandssamband.

 

Tað steðgar ikki her, tøknin  koyrir fram við fúkandi ferð. Tað sum í dag er tað einasta rætta,  verður avloyst av betri tøkni, um stutta tíð.

 

[14.02.2007 – Jóhan Heri Joensen]