Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Granskingar- og vitanardepil á Kambsdali.

Farið  verður nú undir ein granskingar- og vitanardepil á Kambsdali. Talan er um fyrra av tveimum byggistigum, ið snúgva seg um upphiting við varandi orkukeldum.

Fyrra  stig er sólorkuskipan, ið verður knýtt at nýggja barnagarðinum á Kambsdali, meðan annað stig er framleiðsla av vetni við nýggjum ættarliði av vindmyllum.

Talan er um rættiliga víttfevnandi  verkætlan, við luttøku av eitt nú Center for Arktisk Teknologi í Sisimiut, Pure Energy í Hetlandi, Náttúruvísindaligu deildin á Fróðskaparsetrinum og studentaskúlin á Kambsdali. Gjøgnum NORA-játtanina
er verkætlanin eisini longu knýtt upp í millumtjóða granskingar- og menningarsamstarv.

Eyðun Lauritsen, stjóri í Rhesa, ið hevur verið við í fyrireikandi arbeiðinum, vísir á, at talan fer at verða um rættiliga áhugaverdan depil fyri føroyskar og útlendskar granskarar:

–
Talan verður um eina altjóða fyrimynd, ið fer at gera tað áhugavert hjá ferðafólki sum heild at koma higar, sigur Eyðun Lauritsen.

Fuglafjarðar  kommuna er millum teirra, ið fíggja verkætlanina. Hetta er m.a. gjørt við at velja sólorkuútbúnað til barnagarðin, ið er áhugaverd í vísundaligum høpi. Spurdur um hví Fuglafjarðar kommuna hevur valt at fara upp í slíka verkætlan, svarar borgarstjórin Sigurð S. Simonsen, at kommunan fyrst og fremst hevur góðar royndir av  sólorkuskipanum:

–
Vit hava góðar royndir av alternativari orku; vit hava nýtt sólorkuskipan í Eldrasambýlinum Vesturstovu, og hon hevur riggað rættiliga væl. Tí ber til at siga, at valið av útbúnaði til barnagarðin á Kambsdali var náttúrligt, sigur borgarstjórin.

Haraftrat vísir  Sigurð S. Simonsen á, at kommunan tekur útlát av vakstrarhúsgassum í álvara. Hann vísir á, at talan er um álvarsmál, har kommunan kann vera við at stuðla gransking av varandi orkukeldum, samstundis sum hon sjálvt ger nakað aktivt fyri umhvørvið.

 

[29.01.2009 – Jóhan Heri Joensen]