Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Vinna

Havsbrún vísir vegin

Lagt út av tann 11/05/2006 – 07:58

SNG, sum stendur fyri Shin Nihon Global, skal í ár flyta úr Føroyum til  Japan 3.000 tons av ælabogasílum, ið verða ald á Kaldbaksfirði, Oyndarfirði og í  Øravík. Tá Kioshy Kajikawa verður spurdur, um SNG fær selt øll sílini á japanska  marknaðinum, ivast hann ikki eina løtu.

Føroysk síl eru tey bestu í heiminum.  Tey eru nógv betri enn til dømis norsk og kilensk síl. Hetta kemst av tveimum  orsøkum. Onnur er, at fóðurið frá Havsbrún er fyrsta floks. Hin er, at Føroyar  eru eitt sera væl egnað pláss at ala fisk, tí tær liggja á opnum havi, sigur  Kioshy Kajikawa við heimasíðuna hjá Føroya Banka.Hann vísir á, at  fóðurið, sum aldur fiskur fær, hevur avgerandi ávirkan á, hvussu góðskan á  fiskinum verður. Góðskan á fiskinum hevur so aftur avgerandi ávirkan á, um nakar tímir at keypa hann.- Vit selja síl til japanarar, sum eta tey rá. Ein  japanari smakkar og luktar beinanvegin, um fiskur hevur fingið gott ella  vánaligt fóður. Fóður, sum er sett saman av fleiri djórasløgum og nógvum  soyabønum, gevur fiskinum ringan lukt og kann gera hann sjúkan. Tá fiskur verður  sjúkur, má hann hava heilivág, og so fer góðskan heilt í botn. Hesar  trupulleikar hava vit als ikki av føroyskum sílum. Tey eru tey bestu á  heimsmarknaðinum,” sigur Kioshy Kajikawa.

Kajikawa heldur, at føroyingar  eru bæði stavnin og skutin framman fyri eitt nú kilenar, tá tað snýr seg um  umstøður at ala síl.

– Kilensk síl verða ald langt inni í landinum, har  umhvørvið meira enn so kann vera dálkað. Í Føroyum verða tey ald mitt í einum
reinum umhvørvi, sum orsakað av skiftandi veðurlagnum eisini syrgir fyri, at  útskiftingini í sjónum er stór, sigur japanski forstjórin í SNG.

 

[11.05.2006 – Jóhan Joensen]