Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt

Fuglfirðingar fáa oljuhavn í jólagávu.

Lagt út av tann 19/07/2006 – 08:50

Fuglfirðingar fáa oljuhavn í jólagávu.

Nýggja  oljuhavnin í Fuglafirði verður væntandi liðug til jóla. So kemur nakað  av asfalteringsarbeiði afturat, men tá havnin er liðug, koma seks stórir
tangar at standa norðri á Enni.

Nú  er farið í gongd við at byggja nýggju oljuhavnina norðuri á Enni í  Fuglafirði. Talan verður um eina bryggju, ið kemur at verða 60 metrar
long.  Fyri fyrst er farið í gongd at grava omanav bakkanum, og síðani fer at verða borað og sprongt inn í benið.  Í gjár kom danski fraktbáturin Dania komin úr Fredericia á Fuglafjørð við spunsjørnum og øðrum tilfari til byggingina. 20 metra langu spunsjørnini liggja fyribils á innaru oljukaiini.Liðug til jóla Sambært  Sigurð Simonsen, borgarstjóra í Fuglafjarðar kommunu, fer arbeiðið at  byggja oljuhavnina at taka eitt lítið ½ ár. Ætlanin er at havnin skal  vera liðug til jóla, men longu í septembur skal hon vera sikrað. Hetta
merkir, at tá skal arbeiðið vera komið so langt, at havnin tolir  føroyskt illveður.
Tá havnin stendur liðug, fer hon at hava kostað  13,5 miljónir, upplýsir Sigurð Simonsen. Tær 7,2 miljónirnar fara til  Articon, meðan restin, millum annað tilfar og asfaltering kostar umleið  6,3 miljónir. Av hesum kosta bara spunsjørnini meiri enn 4 miljónir og restin fer serliga til grót og asfalt.

Nýtt oljufelag stovnað
Fyri einum ári síðani søkti P/F Havsbrún um prinsipielt byggiloyvi til tungoljugoymslu norðuri á Enninum.  Kommunan  samtykti at veita P/F Havsbrún prinsipiella byggiloyvið, og í február í  ár varð prinsipiella byggiloyvið so flutt yvir í eitt nýstovnað  partafelag, »P/F 14-02-2006«, ið er eitt oljufelag við 5 miljónum í  partapeningi, ið skal reka oljugoymslu og annað starv í hesum sambandi.
Eftir  at prinsipiella byggiloyvið var flutt yvir í nýstovnaða felagið,  samtykti Fuglafjarðar býráð í tveimum umførum at veita tær 13,5  miljónirnar, ið nýggja bryggjan kemur at kosta. Í sama viðfangi vórðu  eisini 2,5 miljónir settar av til nýggjar egningarskúrar longur inni á  fjørðinum.

Bjóða nógv sløg av olju
Oljuhavnin á Enninum  í Fuglafirði fer at geva pláss til sera framkomna oljuveiting. Longu nú  selur Statoil tungolju í staðin fyri diesel. Og sum skilst verða tveir  av teimum nýggju tangunum hjá »P/F 14-02-2006« avsettir til tungolju,  meðan tann triðji verður til diesel.

[19.07.2006 – Sámal Matras Kristiansen]