Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt

Minstu kommunur 1.500 fólk

Lagt út av tann 10/11/2006 – 10:50

Fuglafjarðar kommuna heldur tað vera rættari at seta 1.500 sum minstamark fyri, hvussu nógv fólk skulu vera í hvørjari kommunu. Kommunan hevur ongar ætlanir um at leggja saman við øðrum.

Fuglafjarðar kommuna tekur fult undir við uppskotinum  hjá Innlendismálaráðnum um at skipa landið í størri kommunalar eindir,  men hon heldur tað vera ov lítið við sjey kommunun. Eins og  Kommunuskipan Føroya heldur kommunustýrið í Fuglafirði at betri er at  hava 9 eindir.Men í einum spurningi hevur Fuglafjarðar kommuna  eina aðra støðu, og tað er, tá tað kemur til at áseta talið fyri, hvussu  nógv fólk í minsta lagi skulu vera í hvørjari kommunalari eind.  Innlendismálaráðið hevur sett 2.000 fólk sum minstamark, men Fuglafjarðar kommuna heldur 1.500 verða eitt meira hóskandi tal. Kommunustýrið samtykti hetta tilmæli á fundi 26. oktober.Í Fuglafjarðar kommunu búgva umleið 1.700 fólk.

Gøta og Leirvík hava samtykt at leggja saman, men einki rørist í Fuglafjarðar kommunu fyri at finna saman við øðrum.

– Tað síggja vit onga orsøk til, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri.

 

[10.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]