Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi, Vinna

Arbeiði verður aftur á laksavirkjinum í Fuglafirði ?

Lagt út av tann 02/09/2008 – 08:13

Heimasíðan hjá ÚF ber i kvøld tíðindir sum burdu fløva eitt sindur.

Sagt verður, at møguliga verða baði fiskavirking í Fuglafirði og í Miðvági latin uppaftur.

Forkvinnann  í Fuglafjarðar Arbeiðskvinnufelag, Margretha Rasmussen, fegnast, tí hesi bæði virkini hava sera stóran týdning fyri fólk í hesum báðum økjunum. 35 fólk arbeiddu á fiskavirking í Fuglafirði og 70 fólk arbeiddu á fiskavirking í Miðvági, áðrenn virksemi helt uppat í ávíkavist juni og juli og fólkini blivu uppsøgd.

Faroe Seafood  virkar í løtuni fisk í Havn, Vestmanna, Runavík, Tofum og í Vági. Richard Mortensen sigur, at nevndin í Faroe Seafood hevur øll hesi fimm virkini við í síni heildarætlan og at tað liggur ikki í kortunum at leggja virksemi niður á nøkrum av teimum.

Tað er gott at  forkvinnan fegnast, tí virkið í Fuglafirði er eitt gott virkið sum saktans kann sammetast við tey sum í løtuni eru virkin, men trupuleikin er, at fuglfirðingar hava ikki eitt orð at siga táið ástendur, tí tað eru avstaðarfyritøkur sum avgera lagnu okkara.

 

[02.09.2008 – Jóhan Heri Joensen]