Victor Danielsen

Sunnudagin  tann 28. september 2008 kl. 14.00 stundisliga verður standmyndin, sum Hans Pauli Olsen, listamaður hevur gjørt av mentamanninum Victor Danielsen, avdúkað á fríøkinum vestan fyri Siloa.

Skráin fyri dagin er henda:

Á fríøkinum við standmyndina:

·    Fuglafjarðar hornorkestur spælir
·    Jóhan Heri Joensen, formaður í standmyndanevndini bjóðar vælkomin og greiðir frá arbeiðinum hjá nevndini.
·    Sangur við Siloakórinum.
·    Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri avdúkar standmyndina.
·    Sangur við Siloakórinum.
·    Jógvan Fríðrikson, biskupur flytir fram røðu.
·    Sangur við Stanley Samuelsen.
·    Landsstýrismaðurin í mentamálum flytir fram røðu.
·    Sangur við Hannis Hansen.

Hátíðarløtan er lokin umleið kl. 15.15.

Eftir hátíðarløtuna er Mentanarhúsið opið fyri almenninginum, har býráðið bjóðar kaffi/te og smákøkur. Kl. 16.00 verður fyrilestur hildin í Mentanarhúsinum av Zacharis Zachariassen um trúboðaran og mentamannin Victor Danielsen. Umframt
fyrilesturin verður sangløta við eitt nú Siloakórinum, Lakjubrøðrunum, Hannis Hansen og Stanley Samuelsen.

Somuleiðis  letur framsýning um Victor Danielsen, upp í Ribarhúsi eftir at hátíðarløtan er lokin. Talan er um somu framsýning, sum sýnd varð fram á 100 ára føðingardegi hansara í 1994.

Sambært  avtalu við Kringvarp Føroya verður sjónvarpssendingin, sum gjørd og send varð í 1994 um Victor endursend kl. 20.00 sunnukvøldið 28. september.

 

[22.09.2008 – Jóhan Heri Joensen]