Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Mentan, Tíðindi

Standmynd av Victor Danielsen

Lagt út av tann 29/09/2008 – 09:20

Í gjár sunnudagin 28. september varð standmyndin av Victori Danielsen avdúkað. Eini 1.000 fólk vóru komin saman.
Hóast langt er liðið út á árið so eydnaðist tiltakið væl.

Trýst á myndirnar, fyri at fáa stórar myndir.

Fuglafjarðar Hornorkestur, Siloakórið og Stanley Samuelsen settu dám á tiltakið við góðum sangi og spæli.

Fýra  røðarar vóru hendan dagin: Jóhan Heri Joensen, formaður í Standmyndanevnd Fuglafjarðar býráðs, bjóðaði vælkomin og greiddi frá arbeiði nevndarinnar. Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri, ið avdúkaði standmyndina, talaði um málsliga og andliga virki Victor Danielsens. Jógvan Fríðriksson, bispur, talaði um persónin, samtíð og andaliga
virkið, meðan landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, vísti á mikla málsliga og mentanarliga avrikið.

 

Eftir  hátíðarhaldið var opið hús í Mentanarhúsinum, har Fuglafjarðar kommuna bjóðaði ein kaffimunn. Seinni var fyrilestur við Zachariasi Zachariasen og sangløta við Siloakórinum, Lakjubrøðrunum, Hannisi Hansen og Stanley
Samuelsen.

Sunnudagin lat eisini upp framsýning í Ribarhús um Victor Danielsens. Talan er um somu framsýning, sum sýnd varð fram á 100-ára føðingardegi hansara. Henda framsýning er opin fram til 19. oktober.

Sigurd Simonsen borgarstjóri avdúkar standmyndina

Á  tí ovara steininum er ein ovurhonds stór hond í ferð við at skriva
fyrstu ørindi í Fyrstu Mósibók – henda stóra hond, sum førir
pennin, kann hugsast at vera Guds hond.
Skriftin er eitt nágreinligt kopi av avrikinum hjá Victor.

 Victor stendur á tveimum granitblokkum.
Í okkara hugmyndaheimi kann tað verða tvær bøkur, ella sjálvar steintalvurnar.

 Henda  myndin er tikin 2 dagar fyri avdúkingina.

Uppsetingin er júst liðug og 2 av okkara bestu listamonnum tosa og meta um verkið.

Í forgrundini førir Gud pennin og skrivar niður. (í hesum føri er tað tó Fyrsta Mósibók).