Fólkafundur á Skarðinum

Kunningarstovan og Fornminnisfelagið í Fuglafirði:

Árligi fólkafundurin á Skarðinum verður – um viðrar –  leygardagin 13. august,  kl. 15.30.

Røðari verður Magnus Rasmussen, bóndi, úr Lamba, sum hevur ættarrøtur úr Fuglafirði.

Annars hugna vit okkum við felagssangi sum hini árini.

Farið verður til gongu frá  kunningarstovuni á Bugnum kl. 14.

Tiltakið er ókeypis.

Øll eru vælkomin.