Løgtingi skal viðgera kostnaðin av heimahjálpini

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur sett Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, ein skrivligan fyrispurning viðvíkjandi heimahjálparatænastuni.

”Hvussu nógv kostar ein tími av heimahjálp, og hvussu hevur gongdin verið í kostnaðinum, tey seinastu 10 árini”? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, at upplýsa fyri løgtinginum.

Helgi Abrahamsen hevur sett landsstýriskvinnuni ein skrivligan fyrispurning, í átta punktum, har hann biður landsstýriskvinnuna upplýsa um ymisk viðurskifti, ið hava við heimahjálparatænastuna at gera.

Helgi Abrahamsen sigur, at endamálið við spurninginum er millum annað at fáa upplýst, hvussu ein broytt játtan sæst aftur í veittari tænastu.

Sami fyrispurningur varð settur landsstýriskvinnuni áðrenn løgtingið fór í summarfrí, men spurningurin bleiv ikki svaraður tá. Tí hevur løgtingsmaðurin sett fyrispurningin fram av nýggjum.