Almenn móttøka

Í samband við at Gøtu skúli er útbygdur og tann nýggi parturin varð tikin  í nýtslu á heysti 2010, verður almenn móttøka í kúlanum, fríggjadagin  19. august 2011 frá kl. 13.00 – 15.00.

Í vár samtykti Eysturkommunu býráð, at kommunan skal nýta 1 % av  íløgukostnaðum í framtíðini til list. Nýggi útbygningurin í Gøtu skúla,  er tann fyrsta íløgan, ið virkar undir hesi skipan. Listamaðurin Tummas  Jákup Thomsen hevur gjørt listina, sum skúlin er prýddur við. Hetta  arbeiði er eisini liðugt nú, og fær almenningurin høvi at síggja listina  fríggjadagin.

Á móttøkuni verður sangur, framførslur, røður eins og tað verður møguligt at síggja skúlan og listina.