Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Skúli og barnaansing, Tíðindi, Útvald

Almenn móttøka í Gøtu skúla

Lagt út av tann 21/08/2011 – 22:10

Í vár samtykti Eysturkommunu býráð, at kommunan skal nýta 1 % av íløgukostnaðum í framtíðini til list. Nýggi útbygningurin í Gøtu skúla, er tann fyrsta íløgan, ið virkar undir hesi skipan. Listamaðurin Tummas Jákup Thomsen hevur gjørt listina, sum skúlin er prýddur við. Hetta arbeiði er eisini liðugt nú, og hevði almenningurin høvi at síggja listina.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri bjóðaði vælkomin, Hanna Jensen, forkvinna í Trivnaðarnevndini, Tummas Jákup Thomsen, listamaður og Karl Thomsen, skúlastjóri fluttu fram røður. Eisini var felagssangur og børnini Gøtu skúla sungu og høvdu tónleikaframførslur.

Fitt av fólki høvdu leitað sær til móttøkuna og fingu tey eisini høvi til at hitta listamannin.

Eisini var ein góður biti at fáa.

Vit ynskja Eysturkommunu. Til lukku við nýggja tilbygninginum.

Leinkja til fleiri myndir:    Her